Monthly Archives: apríl 2013

Mín allar størsta hondbóltsuppliving var at spæla FM-finalurnar

Turið spældi væl i FM-finalunum. (Mynd Vagnur)
Turið spældi væl i FM-finalunum. (Mynd Vagnur)

Frágangurin av ungum gentum í besta hondbóltsaldri er stórur. Summar fara fyrst á eftirskúla úr 9. flokki, og eftir loknan miðnámsskúla fara nógvar fyrst at fjakka og síðani av landinum til víðari lestur. Tí mugu feløgini mangan dúva á ungar spælarar í bestu deildini, onkur sigur mangan ov ungar spælarar. Spælarar frá tjúguárum og uppeftir eru alt ov fáir í føroysku kappingini. Tí eru liðini mangan mannað við ungum spælarum, nøkrum útlendingum og so nøkrum eldri føroyskum spælarum. Lættari er sagt enn gjørt hjá ungum spælarum um átjan, tjúgu ára aldur at fóta sær í bestu deildini. Royndirnar vanta, teir eru ov kropsveikir, og so er tað sálarligi parturin, tá ið gongur minni væl á vøllinum. Eg havi hitt átjan ára gamla kyndilsspælaran Turið Arge, sum kláraði seg ótrúliga væl øllum trimum FM-finaludystinum. Les meira…

Eftir trý kappingarár fer Barbara Brauer nú úr Føroyum

Barbara: Takk fyri góð kappingarár. (Mynd Álvur)
Barbara: Takk fyri trý góð kappingarár. (Mynd Álvur)

Neistaspælarin Barbara Brauer er ikki at síggja á neistaliðnum komandi kappingarár, og tað er við sorgblídni, at eg og onnur siga Barbaru farvæl, tí umframt, at hon hevur vunnið trý FM-heiti og eina steypakapping við neistakvinnum, so hevur hon við sínum “professionella! hugburði givið neistakvinnum vinnaramentalitetin, sum skal til til tess at koma upp á tindin í føroyskum hondbólti.

Neistin var heilt aftur til 1997 í skugganum av hinum liðunum, tá ið talan var um FM-heiti, tí tað eydnaðist hinum liðunum at útvega góðar útlendskar spælarar, sum gjørdu so stóran mun í føroyskum hondbólt. Les meira…

Neistin-Kyndil 26-19(13-9) Neistin vann uppbornan sigur

Neistin FM-vinnari 2013. St.f.v: Eirikur Magnussein, liðleiðari,
Neistin FM-vinnari 2013. St.f.v: Eirikur Magnussen, liðleiðari, Barbara Johannesen, Jenny Kragesten, Eir Berg, Nicoleta R. Hansen, Ása á Neystbø,  Daniella Joensen, Birita Jacobsen, Jacklin Durhuus, Bára Hansen, Jákup Hanusson, hjálparvenjari, og Kári Horn venjari. Fremst f.v: Marjun Danberg, Unnur Danielsen, Friða Petersen, Maria Samuelsen, Barbara Brauer, Silja í Liða, Kristina Griksaite og Rakul Augustinussen. (Mynd Vagnur)

Tað er einki dulsmál, at neistaspælarar, neistaáskoðarar og øll, sum stóðu um neistakvinnur, fingu ein hvøkk leygarkvøldið, tá ið kyndilskvinnur vunnu uppiborið á neistakvinnum. Kyndilskvinnur vildu meira, høvdu meira stríðsanda enn Neistin, og høvdu annars viðvind í dystinum við Tommu Petersen á odda í kyndilsmálinum. Kanska høvdu neistakvinnur vunnið dystin, áðrenn tær fóru á vøllin. Kyndilsvenjarin Geir Wardum segði um Neistan við fjølmiðlarnar, at nú var “fuglurin særdur”, og rætt hevði hann. Men neistafuglurin var ikki so mikið nógv særdur, at hann ikki kundi lekjast aftur, so hann var til reiðar at spæla triðja og seinasta FM-finaludystin. Og vit sóu ein heilt annan dyst, har Neistin hevði heilt annan hugburð og stríðsandi, har allir spælarar vildu vinna dystin. Les meira…

Kyndil-Neistin 21-18 (12-8) Satt bragd av kyndilskvinnum.

Tað verður spennandi at fylgja triðja finaludystinum.
Tað verður spennandi at fylgja triðja finaludystinum.

Eg skal vera tann fyrsti at taka í meg aftur tað, eg skrivaði um fyrra finaludystin millum Neistan og Kyndil. Har segði eg, at eg trúði ikki uppá, at Kyndil við mansverju av tveimum neistaspælarum megnaði at vinna á Neistanum, og at Kyndil mátti skjóta minst 25 mál, skuldi Neistin basast. Hesi orðini má eg taka í meg aftur, tí kyndilskvinnur hava prógvað júst tað mótsatta í kvøld. Og eingin ivi er um, at Kyndil hevur gjørt sítt heimaarbeiði til dystin nógv betur enn neistalegan, og í kvøld lumpaði tann klóki tann minni klóka. So einfalt er tað. Kyndil vildi meira og hevði nógv betri stríðsanda. Les meira…

KÍF-H71 27-22 (11-12) Uppiborið og søguligt meistaraheiti

KÍF við FM-steypunum. St.f.v: Regin Petersen, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Ernst Johannesen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Pætur Johannesen, Óla Kristian Djurhuus, Jakob Jónsson og Zeljko Jotic. Fremst f.v: Rógvi Weyhe, Jákup Trygvasson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Emil Dam, Teitur Joensen og Jaspur Joensen.
KÍF við FM-steypunum. St.f.v: Regin Petersen, Tony Weyhe, Fríði Weihe, Poul Finnur Egholm, Ernst Johannesen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Pætur Johannesen, Óla Kristian Djurhuus, Jakob Jónsson og Zeljko Jotic. Fremst f.v: Rógvi Weyhe, Jákup Trygvasson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Emil Dam, Teitur Joensen og Jaspur Joensen. (Mynd Christian Johannessen)

Vit eru nógv hondbóltsfólk og onnur fólk, sum inniliga ynskja KÍF hjartaliga til lukku FM-heitinum, tí KÍF hevur í tvey ár ligið á odda í grundspælinum, og tað hevði ikki verið at borið hjá KÍF spælarum og allari bygdini, um tað ikki eydnaðist í ár. Søguliga og fyrsta meistaraheitið til Kollafjarðar Ítróttafelag er uppiborið, men KÍF spælararnir skuldu ígjøgnum sat ódnarveður fyrsta korterið, har Ári Dam vísti meistaraspæl í H71 málinum, og sum førdi til, at KÍF var aftanfyri við seks málum eftir korter spæl. Les meira…

Hilmar Jan Hansen og Terji Nielsen mugu á dómaraskeið

Dystir millum Neistan og Kyndil vera altíð hart spældir og ikki lættir at døma
Dystir millum Neistan og Kyndil vera altíð hart spældir og ikki lættir at døma

Nú eru FM-finalurnar av, men eina viðmerking havi eg aftrat til FM-finalurnar, sum ikki skal fara aftur við borðinum. Klokkan 19 leygarkvøldið, tá ið triði finaludysturin byrjaði millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli, sat eg við telduna og legði seinasta tilfarið á heimasíðuna frá finaludystinum í Kollafirði millum KÍF og H71. Eg tendraði fyrst fyri Rás 2, har Hilmar Jan segði frá dystinum. Og eg øtaðist um framferðina hjá Hilmari Jan, tí frá fyrsta brígsli jarðlegði hann dómararnar Karstin Joensen og Tummas Juul Thomsen, har hann beinleiðis segði, at dómararnir bara dømdu til Neistans fyrimun. Les meira…

Neistin-Kyndil 27-21(13-7) Neistin var klárt betra liðið

Ása á Neystabø skeyt fýra mál í fyrra finaludystinum.
Ása á Neystabø skeyt fýra mál í fyrra finaludystinum.

Neistakvinnur hava vunnið allar dystirnar í vetur bæði í landskappingini og steypakappingini, og hetta sigur so mikið, at liðið er eitt betri lið enn hini liðini í deildini. Hetta vísti eisini fyrsti FM-finaludysturin. Dysturin var varpaður út bæði í Rás 2 og Kringvarpinum, tí er ikki so nógv at leggja aftrat uttan at bíða til leygardagin, tá ið seinni dysturin verður spældur. Eg havi ongantíð trúð uppá, at Kyndil vinnur dyst ímóti Neistanum, tí tær mansverja ein og fleiri neistaspælarar. Skal Kyndil vinna á Neistanum, so má kyndilsliðið fyrst og fremst skjóta fleiri enn hesi vanligu um tjúgu málini, hetta er grundtrupulleikin hjá Kyndli, so einfalt er tað. Les meira…

Flaggdagsrenning 27. ferðina í góða veðrinum á Vaglinum

Vøkur sjón tá ið startskotið small á Vaglinum, og rennararnir hugagóðir fóru avstað. (Mynd Vagnur)
Vøkur sjón tá ið startskotið small á Vaglinum, og rennararnir hugagóðir fóru avstað. (Mynd Vagnur)

Eg havi skrivað tað áður, at nevndin í Bragdinum er ótroyttulig og hevur framt dygdar arbeiði, síðani felagið byrjaði at skipa fyri flaggdagsarbeiði í Havn. Felagið skipar eisini fyri Marathon renning, ólavsøkurenning, og annars stuðlar øðrum rennitiltøkum kring landið. Seinnapartin í dag var eg enn einaferð vitni til frálíka og væl fyriskipaðari flaggdagsrenning. Áðrenn startsskotið small klokkan 16.00, hugleiddi ein av eldsálunum í Bragdinum Niels Jákup Jacobsen um søguna hjá flaggdagsrenningini. Niels Jákup Jakobsen vann sjálvur fyrstu flaggdagsrenningina í 1987. Les meira…

H71-KÍF 23-23 (10-14) Alt kann henda í Kollafirði leygardagin

Fyrsti finalurdysturin í Hoyvíkshøllini var eins javnir og H71 og KÍF spældu seinasta kappingar.
Fyrsti finaludysturin í Hoyvíkshøllini var eins javnir og H71 og KÍF spældu seinasta kappingar.

Fyrri FM-finaludysturin millum H71 og KÍF gjørdist eins spennandi, sum vit øll roknaðu við, og liðið, sum vinnur í Kollafirði leygardagin, vinnur FM-heitið 2013. Sjálvt um H71 haltaði eftir í fyrra hálvleiki,  har H71 spælarar gjørdu flestu villurnar, sá út, sum KÍF fór at vinna dystin. Men stórt herðaklapp til H71, at liðið megnaði at koma aftur í dystin. Hetta er ein dygd, og hetta vísti H71 eisini seinasta kappingarár ímóti KÍF, har liðini spældu tríggjar javnar og spennandi finaludystir, har bara eitt mál var á muni í øllum trimum dystunum. Les meira…

Gurið Mortensen eftirmetir grundspælið í bestu kvinnudeildini

Gurið Mortensen uttanst til vinstu er skurðviðgjørd fyri slitið krossband og slitnan vødda í knænum.
Gurið Mortensen uttast til vinstru er skurðviðgjørd fyri slitið krossband og slitnan vødda í knænum.

Tað hevur sína orsøk, at Gurið Mortensen í morgun hevði góðar stundir at tosa við meg um grundspælinum í bestu kvinnudeildini, tí Gurið er júst skurðviðgerð og spælir óivað ikki aftur fyrr enn í seinni hálvu næsta kappingarár. – Eg havi spælt við slitnum krossbandi og slitnum vødda í knænum í tvey ár, og nú havi eg verið undir skurði. Um bestu kvinnudeildina er stutt at siga, at neistakvinnur saman við kyndilskvinnum vóru nógv best fyrireikaðar til kappingarárið, og at VB og Stjørnan hava havt vánaligt kappingarár, sigur Gurið millum annað niðanfyri. Les meira…