Monthly Archives: mars 2013

Neistin-Stjørnan 31-23(14-11) Einki at spæla fyri uttan æruna

Nú eru vit komin so langt í landskappingini í hondbólti, at summir dystir ikki hava ávirkan á nakað sum helst. Kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni spældu í kvøld bara um æruna, men stuttligt er altíð at spæla ein hondbóltsdyst. Neistin vann dystin klárt, og tað var eisini Neistin, sum byrjaði dystin best og var á… Les meira…

Nógvur fiskur í Barentshavinum, men fiskaprísirnir eru fallandi

Í morgun spákaði eg niðri á Vestaru bryggju, og har lá millum annað trolarin Enniberg og landaði túsund tons av flaki, sum fer í stórar bingjur og so til Bretlands. Tað er vøkur sjón at síggja trolara tungan í sjónum, men tankarnir sveima eisini, tá ið plattarnir við flakinum koma í land. Eg hitti annan maskinmeistaran, sum hevur verið í… Les meira…

Meiningahornið – Hvussu máta vit ábyrgd í peningi?

Eins og nógvir føroyingar stúrsaði eg við, tá í fjølmiðlunum hoyrdist, at tað kostaði 800.000 krónur at hátíðarhalda tjúguára føðingardagin hjá ALS. Tjúgu ár, hugsaði eg. Hevði tað verið hálvthundrað ella hundrað ár, so var meining í ørskapinum. Men ikki tjúgu ár. Les meira…

Stjørnan-Kyndil 16-19(7-12) Anja og Tomma slóðaðu fyri Kyndilssigri VB-VÍF/Tjaldur 27-27(15-13) VÍF/Tjaldur fekk týdningarmikið stig

Við sigrinum í Klaksvík hevur Kyndil lagt seg eitt stig framum VÍF/Tjaldur um at koma í FM-finalurnar, men liðini skulu spæla enn fýra dystir, áðrenn vit finna liðið, sum skal spæla ímóti Neistanum í FM-finalunum. Í mínum eygum var týdningarmikið fyri spenningin, at VÍF/Tjaldur fekk eitt stig í Vági, tí hetta stigið kann gerast “stigið”,… Les meira…

Bara ein útlendingur kann spæla á flogbóltsliði í Føroyum

Í 2009 gjørdi Flogbóltssambandið og harvið feløgini av, at minkast skuldi um útlendingar í føroyskum flogbólti. Áður var loyvt at hava tveir útlendingar á liðnum, men nú kundi liðini bara hava ein útlending. Høvuðsorsøkin var, at føroysku landsliðini vantaðu  góðar kantspælarar (smassjarar), tí útlendingar mannaðu flestu plássini í føroysku  kappingini. – Tað var full undirtøka… Les meira…

Tey samkyndu fingu dygga undirtøku frá fólkinum

Eg stóð púra ovfarin, tá ið eg kom í út í tún í gjár seinnapartin. Skrúðgonga uttan enda kom oman við hjá okkum á Hoydalsvegi. Skrúðgongan strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan til Plantasjuna. Har mundu vera fleiri enn 2000 fólk, og tá ið skrúðgongan kom í miðbýin, løgdust enn fleiri fólk til, og eini 5000 fólk lýddu á,… Les meira…

Una Olsen skal venja Stjørnuna restina av kappingarárinum

Svein Rógvi er givin at venja Sunset-liðið hjá Stjørnuni, men leiðslan í felagnum var skjót at biðja Unu Olsen venja stjørnukvinnur, tað sum eftir er av kappingarárinum. Og Mortan Hust, sum vandi Stjørnuna í 2009, skal hjálpa Unu við venjingini. Eg havi tosað við Unu, sum sjálv spælir við Stjørnuni og spurt hana, hví júst hon… Les meira…

Svein Rógvi er givin at venja Sunset-liðið hjá Stjørnuni

Eftir dystin í Runavík sunnudagin millum VÍF/Tjaldur og Stjørnuna bórust tíðindini, at Svein Rógvi gavst at venja stjørnukvinnur. Ì morgun havi eg so kannað tíðindini og kann bara staðfesta, at Svein Rógvi venur ikki longur Sunset-liðið hjá Stjørnuni. Eg havi hitt bæði venjaran Svein Rógva og formannin í Stjørnuni og báðir siga, at tað eru… Les meira…