Neistin-H71 19-20(9-12) Góðar verjur men seint álopsspæl

H71 er ótrúliga nær at náa FM-finalunum.
H71 er ótrúliga nær at náa FM-finalunum.

Mansliðini hjá Neistanum og H71 spældu í kvøld seinasta dystin í grundspælinum, og H71 megnaði akkurát at basa neistamonnum. Annars hava liðini spælt fýra javnar dystir í vetur, har H71 hevur vunnið tveir dystir við einum máli 24-23 og 20-19, og Neistin vunnið ein dyst við einum máli 28-27, og so vann H71 ein dyst 31-25. Eg ringdi til Eirik Magnussen, sum sá dystin, og hann sigur, at báðar verjurnar vóru góðar, og neistamálverjin Mikkjal Hansen stóð avbera væl. H71 plagar at spæla skjótt álopsspæl við nógvum skjótálopinum, men í kvøld var taktikkurin hjá H71 at “rura” neistamenninar í svøvn við óvanliga seinum álopsspæli, tí sóu vit dyst við heldur fáum málum, sigur Eirikur.

H71 er heilt nær at koma í FM-finalurnar, men liðið skal spæla fýra dystir aftrat, áðrenn avgerðin fellur. H71 hevur millum annað dyst eftir ímóti KÍF og VÍF, men í løtuni er H71 nógv best fyri at koma í FM-finalurnar. Í kvøld var dystargongdin í stuttum: Javnt gekk á við fáum málum fyrst í dystinum, og eftir tólv minuttir spæl var javnleikur 4-4. Síðani legði H71 seg á odda 8-6 eftir tjúgu minuttir. H71 kom eisini á odda 11-7, tá ið fimm minuttir vóru eftir til hálvleiks. Hálvleikstøðan 12-9 til H71.

Ì seinna hálvleiki fekk Neistin fatur í H71, tá ið korter var spælt, tí tá var støðan 15-14 til H71 og løtu seinni 16-15 til H71. Seinasta korterið var Neistin alla tíðina eitt mál eftir H71. 17-18, 18-19 og so at enda 19-20. H71 vann sær tvey týdningarmikil  stig í strembanini at koma í FM-finalurnar. Tá ið eg síggi dómaraseðilin, so er løgið at hugsa sær, at nýggja neistaliðið er um at vinna á H71 liðnum, sum møguleika spælir FM-finalur. Munurin á liðunum er ikki størri enn so í bestu mansdeild, tó við KÍF sum besta liðið í Føróyum. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnsusson 5, Jugoslav Djumic 4, Sjúrður Thomassen 3, Torstein Balle 2, Terji Mørk 2, Rógvi Nolsøe 1, Beinur í Òlavstovu 1 og Kristjan Dulavík 1

Málskjúttar H71: Rógvi Sørensen 5, Bogdan Florea 4, Ári Olsen 4, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2, Niels Viggo Niclasen 1 og Sigmundur Nolsøe 1

´Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 19 567 426 141 31
2 H71 20 535 480 55 27
3 VÍF 19 536 480 56 22
4 Kyndil 19 489 483 6 21
5 StÍF 19 463 445 18 19
6 Neistin 19 447 480 -33 14
7 Team Klaksvík 19 373 616 -243 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply