Monthly Archives: mars 2013

Neistin-StÍF menn 19-27(7-14) Neistin-StÍF kv. 31-19(19-11) Tveir stórsigrar í páskahátíðini

NeistinStÍFHóskvøldið vitjaði mansliðið og kvinnuliðið hjá StÍF Neistan í Havn, men her var ikki talan um nakrar spennandi dystir, tí kvinnurnar hjá Neistanum vunnu stórsigur á StÍF, og mansliðið hjá StÍF vann stórsigur á Neistanum. Og hyggur tú í dómaraseðlarnar, so er ikki nógv at skriva heim um, tí menninir hjá StÍF struku av stað og løgdu seg trygt á odda, og tað sama gjørdu kvinnurnar hjá Neistanum. Tá ið tjúgu minuttir vóru spældir hevði mansliðið hjá StÍF lagt seg á odda 9-3, og neistakvinnur lagt seg á odda 14-5, og dystirnir vóru longu avgjørdir. Heldur fari eg at nema eitt sindur við niðurflyting, sum tíverri ikki fer fram í bestu deildunum. Les meira…

VÍF-Kyndil 31-27(14-15) Team Klaksvík-H71(24-32)(14-16) Vit mugu bíða til 20. apríl

Báðir toppskjúttarnir Tummas Pauli Hanusarson og Filip Jojic
Báðir toppskjúttarnir Tummas Pauli Hanusarson og Filip Jojic

Nú talar alt fyri, at avgerandi dysturin millum H71 og VÍF um at náa seinna finaluplássið verður í Hoyvíkshøllini 20. apríl. H71 hevur StÍF eftir á heimavølli 14. apríl, og VÍF hevur Neistan eftir í Vestmanna 7. apríl og Team Klaksvík í Vestmanna 14. apríl. Í Klaksvík helt Team Klaksvík tørn tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, meðan Kyndil var á odda í hálvleikinum í Vestmanna. Kyndil var eisini á odda 25-24, tá ið níggju minuttir vóru eftir at spæla, men so steðgaði upp hjá liðnum, og VÍF kundi leggja seg trygd á odda og vinna týdningarmikla dystin. Les meira…

VÍF/Tjaldur-Kyndil 27-27(14-12) Kyndilskvinnur í FM-finalunum, og trý ára ætlanin er eydnað, sigur Jórun Ludvig

Kvinnudysturin í Vestamanna var spennandi og ein av teimum bestu dystunum í vetur.
Kvinnudysturin í Vestamanna var spennandi og ein av teimum bestu dystunum í vetur.

Í gjárkvøldið var eg í føðingardegi og hevði ikki møguleikar at fylgja kvinnudystinum, men í bilinum til føðingardagin hoyrdi eg í Rás 2 endan av fyrra hálvleiki. VÍF/Tjaldur var á odda 14-12. Frálíkt helt eg, tí vit fjølmiðlafólk ynskja altíð, at spenningurin í ymsu kappingunum skal varðveittast sum longst. Tá ið eg helt dysturin vera liðugur, ringdi eg til heimildarmannin hjá heimasíðuni í Vestmanna og fekk at vita um javnleikin 27-27, og at Kyndil tí er í FM-finalunum. Við tógvið stríð og gjøgnum ymsar umvegir fekk eg at enda orðið á eina ovfegna Jóruna Ludvig, sum heimamildarmaðurin segði spældi sín besta dyst í nógv ár. Og Jórun sigur: Les meira…

Kyndilskvinnur kunnu í kvøld koma í FM-finalurnar

Spennandi, hvussu leikur fer í Vestmanna.
Spennandi, hvussu leikur fer í Vestmanna.

Í kvøld fellir møguliga avgerðin, hvat lið neistakvinnur skulu spæla ímóti í FM-finalunum. Vinnur Kyndil ella spælir liðið javnt ímóti VÍF/Tjaldri í Vestmanna, er Kyndil í FM-finalunum. Vinnur harafturímóti VÍF/Tjaldur,  skal VÍF/Tjaldur vinna á Neistanum í Vestamanna 7. apríl og á Stjørnuni í Klaksvík 20. apríl til tess at koma í FM-finalurnar. Kyndilskvinnur og vestmannakvinnur hava tað til felags, at liðini hava vunnið fimm FM-heitið, síðani landskappingin byrjaði í 1943. Eisini hava kvinnurnar til felags, at tær altíð hava staðið í skugganum av mansliðnum hjá Kyndli og VÍF, sum hava vunnið flest meistaraheiti síðani 1943. Men hví spæla júst Kyndil og VÍF/Tjaldur um at koma í FM-finalurnar? Les meira…

StÍF-Kyndil 23-26(11-14) Kyndilskvinnur vunnu á Skála VB-Stjørnan 21-22(12-12) Tættur dystur í Vági

Jórun stýrdi Kyndils til sigurs á Skála. (Mynd Álvur)
Jórun stýrdi Kyndils til sigurs á Skála. (Mynd Álvur)

StíF fekk góða byrjan á Skála í kvøld ímóti Kyndli, tí eftir fjúrtan minuttir var StÍF á odda 7-4. Men so fekk StÍF bara tvey mál í fjúrtan minuttir, og tí kundi Kyndil leggja seg á odda 12-9, tá ið 26 minuttir vóru spældir.

Hálvleikstøðan var 14-11 til Kyndil. Fyrst í seinna hálvleiki var sami munur, tí eftir tíggju minuttir spæl var Kyndil á odda 18-15.

Kyndil var odda til dystarendan, og eitt skifti, tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil á odda 26-20. Kyndil vann dystin 26-23 og tvey týdningarmikil stig at koma í FM-finalurnar.

Av Skála verður sagt, at tað var serliga Jórun Ludvig, sum átti heiðurin, at Kyndil vann dystin, tí tað var Jórun, sum so meistarliga spældi hinar spælararnar til skot. Les meira…

KÍF-H71 21-20(11-9 )StÍF-Kyndil 23-21(11-5) Team Klaksvík-Neistin 31-35(15-17) Vit mugu bíða til 20. apríl

hhh
 Ætlar KÍF av vinna FM-heitið, so má dygdargóðskan haldast.

Seinasta ár var KÍF á odda alla kappingina, men mátti lúta fyri H71 í tøttum FM-finaludystum. Vandi er fyri, at KÍF eisini í ár kann koma í somu trupulleikar í FM-finalunum, tí álopsspælið seinastu dystirnar er einki at reypa av, meðan verjan og serliga málverjin er ótrúliga góður, sigur eygleiðari úr Kollafirði. Hyggur tú at teimum, sum skjóta mestu málini, so eru tað framvegis Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnso, sum eru bestu málskjúttar.

Eg hoyrdi H71 spælara siga við Rás 2 eftir dystin, at hevði KÍF ikki havt so góðan málverja, so vann KÍF ikki dystin, tí H71 hevði gott tak á álopsspælinum hjá KÍF, tá ið verjan var komin á pláss. Les meira…

Mangan er torført at fáa dómarakabálina at ganga upp

Hartvig við dómaraborðið í steypafinalunum. (Mynd Vagnur)
Hartvig við dómaraborðið í steypafinalunum. (Mynd Vagnur)

Hartvig Joensen setir dómararnar til hondbóltsdystirnar, og hann er ikki sørt keddur um og finst at,  hvussu heimasíðan Hvannrók skrivar um val av dómarapørum til dystirnar. Eg havi hitt Hartvig , og hann sigur.

– Eg haldi, at fjølmiðlarnir eiga ikki at leggja eftir dómarunum sum døma, men  heldur finnast at teimum feløgum, sum ikki geva sítt íkast til dømingina. Vit hava í løtuni ov fáar A-dómarar, og fáa nakrir dómarar forfall av ymiskum slagi, er ótrúliga torført at fáa kabálina at ganga upp, sigur Hartvig. Les meira…

StÍF-VÍF 24-30(9-15) VÍF er framvegis við í FM-stríðnum Kyndil-KÍF 24-29(13-13)

Vestmenningar hava framvegis møguleika at koma í FM-finalurnar.
Vestmenningar hava framvegis møguleika at koma í FM-finalurnar.

Eg siti júst og lurti at samrøðuni millum Henrik Gerster VÍF venjara og Rás 2 frásøgumannin Trónd Arge. Haldi, at Henrik Gerster reypar eitt sindur ov nógv um góða álopsspælið hjá VÍF, tí eg haldi, at VÍF spælir í dag ímóti einum skerdum StÍF liði uttan Svein Justinussen, sum er skaddur. Dysturin í dag sigur veruliga ikki nakað um styrkina hjá VÍF í løtuni, tí vit skulu minnast til, at VÍF skeyt bara 22 mál á heimavølli ímóti H71 fyri kortum. Hóast hesi orð, so er VÍF framvegis við í FM-stríðnum men er trý stig frá H71, nú fáir dystir eru eftir í grundspælinum. Les meira…

Kyndil-VB 26-23(12-8) Kyndil enn nærri FM-finalunum StÍF-VÍF/Tjaldur 20-20(12-8)

Tað skal nú vilja illa við hjá Kyndli, um liðið ikki kemur í FM-finalurnar.
Tað skal nú vilja illa til hjá Kyndli, um liðið ikki kemur í FM-finalurnar.

Sigurin hjá Kyndli 26-23 á VB seinnapartin og javnleikurin 20-20 millum StÍF og VÍF/Tjaldur ger, at Kyndil nú er nærri FM-finaluplássunum. Nú er ikki nógmikið hjá VÍF/Tjaldri at vinna á Kyndli í Vestmanna 27. mars, tí sjálvt um VÍF/Tjaldur vinnur dystin, so er Kyndil betur í innanhýsis málmuni. Tí verður tað óivað neistakvinnur, sum gera av, um tað er Kyndil ella VÍF/Tjaldur, sum Neistin spælir ímóti í FM-finalunum. Tríggir dystir eru eftir í grundspælinum, og bæði Kyndil og VÍF/Tjaldur hava dyst eftir ímóti Neistanum. Nógvir spennandi dystir eru enn fyri framman, Les meira…

Neistin-H71 19-20(9-12) Góðar verjur men seint álopsspæl

H71 er ótrúliga nær at náa FM-finalunum.
H71 er ótrúliga nær at náa FM-finalunum.

Mansliðini hjá Neistanum og H71 spældu í kvøld seinasta dystin í grundspælinum, og H71 megnaði akkurát at basa neistamonnum. Annars hava liðini spælt fýra javnar dystir í vetur, har H71 hevur vunnið tveir dystir við einum máli 24-23 og 20-19, og Neistin vunnið ein dyst við einum máli 28-27, og so vann H71 ein dyst 31-25. Eg ringdi til Eirik Magnussen, sum sá dystin, og hann sigur, at báðar verjurnar vóru góðar, og neistamálverjin Mikkjal Hansen stóð avbera væl. H71 plagar at spæla skjótt álopsspæl við nógvum skjótálopinum, men í kvøld var taktikkurin hjá H71 at “rura” neistamenninar í svøvn við óvanliga seinum álopsspæli, tí sóu vit dyst við heldur fáum málum, sigur Eirikur. Les meira…