Monthly Archives: februar 2013

Claus Rasmussen gitir, hvørji lið spæla FM-finalurnar

Claus er ein av teimum, sum sær flestar hondbóltsdystir. (Mynd Vagnur)
Claus er ein av teimum, sum sær flestar hondbóltsdystir. (Mynd Vagnur)

Claus man vera ein teimum, sum sær flestar dystir í bestu deildini. Nú fara vit undir endaspurtin í endaspælinum, og enn er ikki gjørt av, hvørji lið koma í FM-finalurnar. Ellar rættari sagt, hvat kvinnulið spælir ímóti Neistanum í FM-finalunum, og hvat manslið spælir ímóti KÍF í FM-finalunum.

 Eg havi spurt Claus, hvørjir lið hann heldur spæla FM-finalurnar. Og Claus sigur:

 – Byrja vit við mansdeildini, so er einki at ivast í, at KÍF er annað liðið í finalunum. Møguleikin hjá StÍF má sigast at vera farin, Kyndil hongur í klønum tráði, og so er talan um VÍF og H71, har H71 í løtuni er eitt stig framman fyri VÍF. Les meira…

Eiðis Bóltfelag fylti 100 ár 24. februar – EB kvinnur vunnu FM-heitið í 1947 (1)

EB føroyameistari í 1947. Frá vinstu: Belina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ejdesgaard og Johanna Karolina Jacobsen.
EB føroyameistari í 1947. Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen. (Mynd Sigrid Lützen)

Eiðis Bóltfelag var fyrstu nógv árini eitt fótbóltsfelag, men í 1945 byrjaði lærarin í bygdini, Andreas Thomsen, sum var ættaður úr Gøtu, at spæla hondbólt við ungdóminum á Eiði. Fyrstu árini spældu tey ikki í landskappingini, sum byrjaði í 1943, men í 1947 meldaðu tey tvey kvinnulið til landskappingina, og bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið vunnu føroyameistaraheitið hetta árið. 84 ára gamla Ása Merkistein, fødd Ellingssgaard, spældi við besta liðnum hjá EB í 1947, og hon minnist við gleði, tá ið eiðisgentur ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Og føroyameistaraheitið í 1947 var serligt ógloymandi upplivilsi, sigur Ása Merkistein fødd Ellingsgaard.  Les meira…

StÍF-Neistin 20-24(11-9) StÍF kemur ikki í Fm-finalurnar

Rógv Nolsøe skjýtur her eitt av sínum seks málum
Rógvi Nolsøe skjýtur her eitt av sínum seks málum

Eitt StìF lið uttan Svein Justinussen og ein hálvskaddan Marius Joensen misti í dag møguleikan at koma í Fm-finalurnar. StÍF tolir ikki at missa so royndar spælarar, tí nógvir spælarar á StÍF-liðnum eru ungir. Tað gekk annars frálíkt hjá StÍF fyrstu tjúgu minttirnar í dystinum, tí StÍF var bæði á odda 5-1, 9-3 og 10-4. Neistaliðið hevði hesa løtuna spælt ógvuliga trilvandi, og einki talaði fyri, at liðið kundi venda ringu gongdini. Men so knappliga fer neistaverjan at standa sum ein múrur, og StÍF fær bara eitt mál seinastu trettan minuttirnar í fyrra hálvleiki. Tó er StÍF á odda 11-9 við hálvleik. Les meira…

VÍF/Tjaldur-VB 23-22(10-13) VÍF/Tjaldur vann í seinasta minutti-StÍF-Neistin 25-31(17-15) Neistan tók leiðsluna í 47. minutti

VÍF/Tjaldur vann við tógvið stríð á VB. VÍF/Tjaldur hevur góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar
VÍF/Tjaldur vann við tógvið stríð á VB. VÍF/Tjaldur hevur góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar

Tað var við tógvið stríð, at VÍF/Tjaldur knúgvaði VB í Runavík. Væl gekst hjá VÍF/Tjaldri frá byrjan, og tá ið korter var spælt, var VÍF/Tjaldur á odda 8-6 eftir at hava verið á odda bæði 4-1 og 6-3. Men so steðgaði upp hjá samansetta liðnum, tí VÍF/Tjaldur skeyt bara tvey mál seinastu fimtan minuttirnar í fyrra hálvleiki. Orsøkin var, at bæði Adina Petrea og Lilja Djurhuus vóru mansvardar. Tað átti at verið lætt spæl hjá VÍF/Tjaldur at spælt fýra ímóti fýra spælarum, men hetta megnaðu tær ikki. Tí kom VB framum og kundi fara til hálvleiks við 13-10 leiðslu. Les meira…

Kyndil-VÍF 31-44(14-20) Hørð kapping um at náa FM-finalurnar

VÍF spælari fegin um sigurin. 3. mars spæla VÍF og H71 í Vestmanna.
VÍF spælari fegin um sigurin. 3. mars spæla VÍF og H71 í Vestmanna.

Ikki veit eg um, at nakað VÍF lið í bestu deildini nakrantíð áður hevur skotið 44 mál ímóti Kyndli, men tað hendi í mikukvøldið, tá ið Kyndil merkti lemjandi ósigurin á VÍF. Kanska fingu vit ábendingina í Klaksvík, tá ið Kyndil ímóti Team Klaksvík við tógvið stríð fekk sigurin í hús. Ímóti VÍF fekk Kyndil mønustingin beint fyri hálvleik, tí seinastu seks minuttirnar fekk Kyndil bara eitt mál, meðan VÍF fekk seks mál og legði seg á odda 20-14 við hálvleik. Serliga var tað kyndilsverjan, sum næstan ikki er sæð verri í søgu felagsins, var sagt úr høllini á Hálsi. Les meira…

Kyndil-VÍF/Tjaldur 23-24(10-13) VÍF/Tjaldur er framvegis við

Adina Petrea er aftur á vøllinum eftir drúgvan skaðasteðg.
Adina Petrea er aftur á vøllinum eftir drúgvan skaðasteðg.

Eg spurdi heimamildamannin hjá heimarsíðuni, hvat hann helt avgjørdi kvinnudystin, og hann sigur: – Kyndilskvinnur hava óivað fyrireikað seg til at mansverja Liljuna, men nú spælir Adina Petrea aftur, og hon dregur einar tveir kyndilsspælarar til sín, og so er spælari hjá VÍF/Tjaldur púra fríur á linjuni. Og so høvdu kvinnurnar hjá VÍF/Tjaldur nógv meira stríðsvilja enn kyndilskvinnur, og tað var, sum samansetta vildi meira. Les meira…

VÍF-Neistin 30-31(18-15) Neistamenn vunnu arbeiðssigur í Vestmanna KÍF-StÍF 29-21(14-11) Sveinur skaddur eftir tíggju minuttir

Neistavenjarin Áki Mørk kann vera stóltur av sínum monnum í dystinum í Vestmanna.
Neistavenjarin Áki Mørk kann vera stóltur av sínum monnum  í Vestmanna.

Tá ið eg hoyrdi, at neistamenn vunnu við einum málið á VÍF í Vestmanna, ringdi eg fyrst til formannin í VÍF Áka Olsen, og so til Eirik Magnsussen liðleiðaran hjá neistakvinnum. Og Áki var sjálvandi vónsvikin eftir dystin. – Tá sá ógvuliga gott út í fyrra hálvleiki, og eg ivaðist ikki í, at VÍF fór at vinna dystin. Men í seinna hálvleiki gjørdi VÍF liðið alt ov nógvar villur, og Neistin kom bara nærri og nærri. Nú er tað so dysturin ímóti Kyndli í Havn mikukvøldið, sum er ógvuliga týdningarmikið fyri VÍF liðið, segði Àki. Les meira…

VÍF/Tjaldur-Neistin 26-31(15-16) Dysturin javnur í 50 minuttir VB-StÍF 36-29 (17-16) Frálíkur dystur í Vági

Spell, at Adina nr 8 ikki kann spæla vegna skaða. Liljan, sum vit eisin síggja á myndini skeyt fjúrtan mál. (Mynd Álvur)
Spell, at Adina nr 8 ikki kann spæla vegna skaða. Liljan, sum vit eisini síggja á myndini skeyt fjúrtan mál. (Mynd Álvur)

Eftir kvinnudystin í Vestmanna fekk eg orðið á Jákup Hanusson hjálparvenjara hjá Neistanum, og eg spurdi hann, um neistakvinnur høvdu trupulleikar at vinna dystin, tí dysturin var ógvuliga javnur frá byrjan. Og Jákup sigur soleiðis:

– Neistakvinnur høvdu tað strevið ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Tá vístu neistakvinnur, at liðið hevur størri breidd enn VÍF/Tjaldur, og tær hava orkuna og spælararnar, sum kunnu avgera dystin.

Vit vistu fyri dystin, at tað kann vera torført at koma í gongd aftur eftir steypafinaluna og alt tað, sum er rundan um steypafinaluna. At fáa spælararnar niður á jørðina aftur og “fokusera” á landskappingina.

– Eingin ivi um, at Neistin hevði tað strevið í Vestmanna ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Les meira…

Team Klaksvík-Kyndil 26-28(10-13) Tað stóð á hjá Kyndli

Bárður Johannessen venjur kyndilsmenn saman við Finni Hansson. Mikukvøldið spælir Kyndil ímóti VÍF í Havn.
Bárður Johannessen venur kyndilsmenn saman við Finni Hansson. Mikukvøldið spælir Kyndil týdningamiklan dyst ímóti VÍF í Havn.

Eg tosaði við spælandi venjaran hjá Kyndli Finn Hansson hósdagin, og eg føldi á honum, at hann stúrdi fyri dystinum ímóti Team Klaksvík, tí Hans Áki og Julian vóru í Noregi, og nakrir kyndilsspælarar vóru meira ella minni skaddir. Og nú Zorko er komin aftur á liðið hjá Team Klaksvík, so roknaði eg við, at Kyndil fór at fáa trupulleikar í Klaksvík, og so var. Kyndil byrjaði betur og kom á odda 5-2, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Team Klaksvík nærkast Kyndli næstu minuttirnar, og tá ið tjúgu minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 9-8. Men Team Klaksvík fær bara tvey mál seinastu tíggju minuttir av hálvleikinum, og tí er Kyndil á odda 13-10 við hálvleik. Fyrri hálvleikur var ógvuliga rótutur í løtum. Les meira…

Kappingin um FM-plássini kanska avgjørd innan fjúrtan dagar

Eg rokni við, at tað verður VÍF, sum kemur í FM-finalurnar.
Eg rokni við, at tað verður VÍF, sum kemur í FM-finalurnar.

Steðgur hevur verið í landskappingini í hondbólti í bestu deildunum, tí millum annað hálvfinalur og finalur eru spældar í steypakappingini. Nú koma vit til endaspurtin, hvørji lið skulu spæla FM-finaludystirnar, og har er kappingin ógvuliga spennandi. Eingin ivi eru um, at kvinnuliðið hjá Neistanum er annað liðið í FM-finalunum og KÍF annað liðið hjá monnunum. Taka vit fyrst kappingina hjá monnunum, so eru tað fýra lið H71, VÍF, StÍF og Kyndil, sum hava møguleikan at spæla ímóti KÍF í FM-finalunum. Men hvussu eitur seinna mansliðið? Les meira…