Monthly Archives: januar 2013

Neistin-Team Klaksvík 31-21(14-10) Mær dámar ótrúliga væl at venja neistamenn

Í dag spældi mansliðini hjá Neistanum og Team Klaksvík í Havn, og Neistin vann dystin 31-21. Eftir dystin fekk eg orð á neistavenjaran Áka Mørk, sum hevur havt serliga venjarauppgávu í vetur, tí neistaliðið er mannað við nógvum ungum spælarum, og allar tær “gomlu stjørnurnar” spæla ikki longur við liðnum. Ikki hevði eg roknað við,… Les meira…

Besti málverjin í Sunset-deildini breyt handlið hóskvøldið

Ein hartspældur og spennandi steypadystur varð spældur í høllini á Hálsi hóskvøldið millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli. Kyndilsliðið er vorðið frálíkt lið og hevur ment seg til næstbesta kvinnuliðið í landinum nakað eftir neistakvinnur. Kyndil vann hóskvøldið fyrra hálvleik við tveimum málum, men mátti lúta fyri neistakvinnum í seinna hálvleiki. Eitt var, at liðið tapti steypadystin, men verri… Les meira…

Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir

Fyrsta mai seinasta ár skrivaði eg grein Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir. Eg tosaði herfyri við leiðara í hondbóltsfelag, og hann segði mær, at í teirra felag er mannagongdina, at venjari skal ikki skiftast í kappingarárinum líkamikið, hvussu úrslitini eru. Men vit síggja mangan serliga í fótbóltinum bæði í Føroyum og uttanlands, at summi feløg… Les meira…

VÍF-StÍF 25-20(11-9) Sámal skjýtur ellivu mál í Vestmanna KÍF-Kyndil 31-28(14-13) Kyndil dragnar í FM-stríðnum

Rás 2 segði frá mansdystunum millum VÍF og StÍF í Vestmanna og KÍF og Kyndil í Kollafirði, so her eru mest sum bara hagtølini løgd inn. VÍF legði seg á odda beinanvegin í dystinum ímóti StÍF, tí eftir korter var VÍF á odda 7-3 og eftir tjúgu minuttir 9-3. Men so bragdaði hjá StÍF, sum endaði… Les meira…

VB-Kyndil 14-19(4-7) Kyndilsverjan vann dystin í Vági Stjørnan-Neistin 29-31(16-18) Stjørnan misti í endanum

Ætlar tú tær í FM-finalurnar, mást í hvørfall vinna heimadystirnar, og tað hevur VB ikki gjørt í báðum dystunum ímóti Kyndli í Vági. Eftir dystirnar  fekk eg fyrst fatur í vágskonu, og hon var ikki komin niður á jørðina aftur, tí hon var uppøst og vónsvikin av VB kvinnum. – Kyndil spældi ikki væl, men tá… Les meira…

Meiningahornið – Kríatúr eru framvegis til ampa í ferðsluna

  Tað er mangt, sum er løgið í ferðslupolitikinum í okkara landi. Ráðið fyri ferðslutrygd arbeiðir við eini null loysn í ferðsluni, so eingin doyr á vegunum. Ferðslureglur verða herdar, vit hava serlig løgreglufólk, sum gera kanningar á vegunum, og nú er promillumarkið so lágt, at fólk kunnu ikki drekka eina øl og koyra bil.… Les meira…

VÍF/Tjaldur – StÍF 20-28 (9-15) StÍF var nógv betra liðið

Eg skrivaði í gjár, at spældi Adina Petrea ikki við VÍF/Tjaldur ímóti StÍF í Runavík dag, vann StÍF dystin, og so var. Fekk fatur í runavíkingi, og hann segði mær, at dysturin var ikki væl spældur, men liðið, sum stríddist nógv meira, vann dystin, og tað var StÍF. StÍF mansvardi Liljuna Durhuus, og tá ið bæði… Les meira…

VB spælir sunnudagin í Vági avgerandi dyst ímóti Kyndli

Kyndil, VB, Stjørnan og Neistin skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini, sum eg ikki havi skrivað um, men míni eygu venda sær heldur til Vágs sunnudagin klokkan 15.00, tá ið VB og Kyndil spæla avgerandi dyst í landskappingini, har VB kann missa møguleikan at koma FM-finalurnar, meðan Kyndil harafturímóti tolir at tapa dystin. VB hevur sjey… Les meira…