
Í Sosialinum mikudagin 30. januar er óvanlig grein um fyritøkur, sum skylda landskassanum stórar upphæddir í mvg gjaldi. Havi ikki sæð slíka grein áður. Yvirskriftin er: Her missir landskassin 100 milliónir krónur. Í greinini eru nøvn á partafeløgum aftur til 2005, sum skylda TAKS stórar mvg upphæddir, men TAKS sigur í greinini, at mvg peningurin er mest sum allur mistur, tí hesi partafeløg eru farin á húsagang. Eisini eru í greinini myndir av persónum, sum varða av størstu partafeløgunum, sum skylda TAKS og harvið landinum stórar mvg upphæddir. Og mín sann er eisini mynd av okkara løgmanni, tí hann varðaði av partafeløgum, sum skylda landinum mvg pening. Tá ið eg lesi áhugaverda tilfarið um tær 100 milliónirnar, sum hesar fyritøkur skylda landinum í mvg-gjaldi, so sveima sjálvandi tankarnir. Les meira…