Monthly Archives: desember 2012

Nicoleta Radu Hansen spælt hondbólt í Føroyum síðani í 2000

Niclota hevur spæt væl í vetur. (Mynd Vagnur)
Nicoleta hevur spælt væl í vetur. (Mynd Vagnur)

Nicoleta er kent hondbóltsnavn í Føroyum, og hon hevur spælt í føroysku kappingini síðani í 2000 tó uttan eitt kappingarár. Nicoleta, sum er 37 ára gomul, kemur úr Rumenia. – Mær dámar væl at búgva í Føroyum, tí her er so róligt í mun til stórbýin, eg komi frá.

– Nú havi eg verið so mikið leingi í Føroyum, at eg havi fast uppihaldsloyvi og verður roknaður sum føroyingur. Nýggja passið fái eg í næstum, sigur Nicoleta, sum framvegis dámar væl at spæla hondbólt. 

Nicoleta Radu Hansen kom 6. oktober í 2000 úr Rumenia til Vestmannar at  spæla hondbólt. Tað var Daniel Rapa, sum fekk Nicoletu til Føroya. Hon er úr býnum Buzau við 140.000 íbúgvum. Les meira…

80 rennarar renna kirkjurenning í Suðurstreymoy

Rennararnir eru ávegis at vitja Argja Kirkju. (Mynd Vagnur)
Rennararnir eru ávegis at vitja Argja Kirkju. (Mynd Vagnur)

Klokkan var farin av tíggju í morgun jólaaftansmorgun, tá ið tíggjutalsrennarar komu av Tórsbreyt og vóru á veg niðan til katólsku kirkjurnar. Tey vóru við í kirkjurenningini á níggjunda ári, sum Hvirlan skipar fyri. Hetta var vøkur sjón at sjá. Sjálvandi vildi eg fáa mynd á rennarunum, og úti við Landssjúkrahúsið “fangaði” eg fyrstu rennararnar, sum vóru  ávegis til Argja kirkju. Og har fekk eg felagsmynd av nøkrum av rennarunum, sum runnu 11,5 kilometrar.  Rennararnir kundu velja millum tríggjar teinar: 7,5 kilometrar, 11,5 kilometrar og 30 kilometrar, sum bara fáir rennarar renna. Les meira…

H71-VÍF 33-28(15-11) VÍF hevur verjutrupulleikar

Bogdan Florea skeyt trettan mál ímóti VÍF. (Mynd Álvur)
Bogdan Florea skeyt trettan mál ímóti VÍF. (Mynd Álvur)

Úr Hoyvík frætti eg í kvøld, at H71 spældi ein hampuliga góðan dyst, og at Bogdan hevði ein av sínum bestu døgum.

Heimmildarmaðurin hjá heimasíðuni sigur, at tað hongur rætt og slætt ikki nóg væl saman hjá vestmenningum, og tað er, sum um venjararnir allan dystin leita eftir uppskriftini at fáa spælið at rigga bæði í verju og í álopi. Les meira…

Kyndil – Neistin 22-22(13-9) Kyndil var á odda 12-5 KÍF-Team Klaksvík 36-14(16-11)

Hjálparvenjarin Ári Rouch skeyt fimm mál. (Mynd Álvur)
Hjálparvenjarin Ári Rouch nr 18  skeyt fimm mál. (Mynd Álvur)

Gott lag var í høllini á Hálsi seinnapartin, og ein orsøk var, at eitt heilt lið av neistaútsetum var komið í høllina á rópa á neistamenn, áðrenn farið var til jólaborðhald hjá liðnum. Men einki talaði fyri, at Neistin fór at gera nakað við Kyndil seinnapartin, tí miðspælarin Teitur Magnusson var leikbannaður, ogKyndil hevði júst vunnið í Vestamanna.

Men Blagoje Buha, sum áður spældi við Neistanum, var á neistaliðnum, og tá ið Jugoslav fór á linjuna, og Terji Mørk tók veruliga ábyrgd i bakkeduni, fekk Neistin annað stigið, sigur Eirikur Magnussen. Les meira…

Vit eru farin um stytsta dag og nærkast jólum

Myndin tók eg seint á kvøldið í vár. (Mynd Vagnur)
Myndina tók eg úr vindeyganum seint á kvøldi í vár. (Mynd Vagnur)

Føroyingar tosa nógv um veðrið, einki løgið í tí. Veðrið var gott í heyst og frálíkt higartil í vetur. Men fyrst í árinum var ringt í vetur við nógvum vindi og nógvum regni. Tá sleit í í apríl og mai mánað, fingu vit nógvar vikur við høgætt. Gott veður við sól um dagin, men bítandi kalt um kvøldið niður ímóti frostmarkinum. Høgættin er góð í Havn, men verri er norðanfyri, og ungur maður segði mær einaferð, at meðan tit hava summar í Havn, sæst kavi í fjøllunum norðanfyri. Kalda høgættin gevur ikki nógvan gróður, og hetta sæst serliga á grasvøkstrinum norðanfyri, segði maðurin. Les meira…

StÍF-KÍF 26-24(15-10) Seinastu minuttirnir avgjørdu dystin

Allan Norðberg, StÍF spældi ikki ímóti KÍF. Hann var uttanlands.
Allan Norðberg, StÍF, spældi ikki ímóti KÍF. Hann var uttanlands.

Í gjárkvøldið var eg í 65 ára føðingardegi í Kirkjubø, so lítið vísti eg um áhugaverda mansdystin á Skála millum StÍF og KÍF, sum var útvarpaður í Rás2. Men nú liggur dómaraseðilin á borðinum, og eg havi spurt Jústenes Justinussen, sum sá dystin, hví StÍF vann dystin og ikki KÍF.

– Dysturin kundi fara báðar vegir seinast í dystinum, men eingin ivi er um, at StÍF verjan var ótrúliga góð, og at tað ikki eydnaðist KÍF at mansverja Svein. StÍF liðið dugur nú betur og betur at spæla fimm ímóti fimm, sigur Jústenes, og hann heldur fram: Les meira…

Stjørnan – VÍF/Tjaldur 26-27(13-12) Stjørnan á odda 26-22 fimm minuttir fyri leiklok

Heidi Sevdal skeyt fimm mál í Klaksvík.
Heidi Sevdal skeyt fimm mál í Klaksvík.

Eg var 100% vísur í, at VÍF/Tjaldur fór at tapa í Klaksvík, og serliga, tí Simona er aftur á stjørnuliðnum, og at VÍF/Tjaldur tapti stórt fyri Kyndli í Vestmanna sunnudagin.

Men aftur ein serliga løgin kvinnudystur. Úr Klaksvík frætti eg, at verjan hjá Stjørnuni var alt annað enn góð í seinna hálvleiki, og tá ið VÍF/Tjaldur í seinna hálvleiki fóru fram at verja Simonu og Emu, steðgaði álopið hjá Stjørnuni upp.

Stjørnan royndi at mansverja Liljuna part av seinna hálvleiki, men kanska ov seint, sigur klaksvíkingur, sum eisini helt, at VÍF/Tjaldur var betri, tá ið veruliga stóð á. Les meira…

Samarbeiðið millum Rás2 og feløgini kostar 20.000 krónur

KÍF hevur tikið av tilboðnum frá Rás2.
KÍF hevur tikið av tilboðnum frá Rás2.

Fyri vikum síðani skrivaði eg á heimasíðuni, at Rás2 vildi fegið útvarpa hondbóltsbóltsdystir beinleiðis, men so máttu feløgini hjálpa at fíggja átakið. Rás2 gav síðani hondbóltsfeløgum í bestu mansdeild tilboð, at guldu feløgini Rás2 hvørt 20.000 krónur, blivu heimadystir hjá feløgunum útvarpaðir beinleiðis. 20.000 krónur er stór upphædd hjá fleiri feløgum, men í tilboðnum frá Rás2 fylgir við, at feløgini kunnu útvega lýsingar frá fyritøkum til sendingina, og tað hava trý feløg gjørt. KÍF, VÍF og StÍF hava tikið av tilboðnum frá Rás2. Havi hitt Eyðun Samuelsen, sum arbeiðir við lýsingum í Miðlahúsinum, og hann sigur: Les meira…

Meiningahornið – Dimma og Sosialurin mugu ikki leggja saman

Tað er óheppið, um vit fáa fjølmiðlamonopol í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)
Tað er óheppið, um vit fáa fjølmiðlamonopol í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)

Herfyri lá Norðlýsið í postkassanum, og í blaðnum var forvitnislig grein, har stjórin á Nema og harvið Prentmiðstøðini Christian Nagata umrøður grein í Dimmu í sambandi við, at Dimmalætting má prentast í Danmark, tí  tvídráttur er millum Prentmiðstøðina og Dimmalætting. Eg stúrsaði við, tá í greinini stóð, at BankNordik, leiðslan á Sosialinum og Prentsmiðjuni høvdu ætlanir um, at Dimmalætting  í framtíðini skuldi vera partur av Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta má ikki henda, hugsaði eg. Les meira…

HSF má fara til Danmarkar ella Íslands eftir A-dómarum

VÌFKyndilforsíðanÍ gjár seinnapartin var undirritaði í truplari støðu, tí eg visti rætt og slætt ikki, hvat eg skuldi gera við mansdystin í Vestmanna millum VÍF og Kyndil. Meðan eg sat við telduna og savnaði tilfarið frá kvinnudystunum millum  VÍF/Tjaldur og Kyndil í Vestmanna og Neistan og StÍF í Havn, tendraði eg fyri Rás2, sum sendi beinleiðis frá mansdystinum í Vestmanna. Og har var rok. “Nú eru bara tríggir VÍF-útispælarar á vøllinum, sum skulu spæla ímóti seks kyndilsspælarum”, segði frásøgumaðurin nakað ørkymlandi. Les meira…