Hugaligt og klárt at hyggja út í tún í morgun

Klokkan er ellivu, og sólin skínur so fagurliga, men hon fer skjótt handan sýnuna. (Mynd Vagnur)

Í morgun er hósdagur 29. november. Tá ið fólk fara oman við hjá okkum um morgunin til arbeiðis ella í skúla, sært tú á gongulagnum á fólki, hvussu veðrið er. Veðurlagið ávirkar føroyingin, men vit gloyma skjótt vánaliga veðrið, sum kann herja oyggjarnar hesa ársins tið, men heldur gleðast um góðu løturnar, sum vit upplíva júst í morgun. Vit hava havt frálíkt heyst higartil, og nú nærkast myrkasti mánaður á vetrinum. Fyri tveimum árum síðani var eg eftir einum abbasoni í barnagarðinum við kirkjugarðin, og har segði pedagogur mær, at børnini vóru meira sjúk, tá ið vit høvdu slavið veðurlag við mjørka, disi og regni. Bakteriurnar høvdu góðar dagar í hesum veðri, men tær liggja í dvala, tá ið kalt er í veðrinum. Eingin ivi um, at nakað er um tað.

Í norður Noregi gera tey kanningar av fólki í vetrarmánaðunum, tí hesa ársins tíð har á leiðini er myrk alt samdøgnið. Kanningar vísa, at nógv fólk plágast í myrku tíðini, og tí vísa læknar fólki á serligar ljóslampur, sum kunnu hjálpa um hjá fólki. Men so eru tað tey, sum trívast væl í myrku tíðini og hava arbeitt náttararbeiði langt lív. Vit eru so ymisk. Men einki er at ivast í, at veðurlagið og serliga í Føroyum ávirkar gerandisdagin hjá fólki. Eg sá í gjár nógv børn bæði barnagarðsbørn og skúlabørn stuttleika sær her í grannalagnum, har Plantasjan er nærmasti granni.

Aðrastaðni í verðini siga veðurfrøðingar frá broyttum veðurlagi. Ísurin bránar, sjógvurin gerst heitari, og tí fáa vit broytt veðurlag við meira vindi og fleiri orkanum. Vit minnast fyrstu mánaðirnar í árinum, tá ið vindur og regn gjørdu um seg á okkara leiðum, men hetta er partur í gerandisdegi. Orðini eru skivað, klokkan er níggju, og nú skínur sólin bæði oman og niðan, og tá er umráðandi at fáa gleði av ljósa veðrinum. Men øll fólk fáa ikki gleði av góða veðrinum í morgun, tí myrkt er, tá ið tey fara´til arbeiðis ella í skúla, og myrkt er, tá ið seint seinnapartin fara úr arbeiði.

Nú má eg fari, tí smáfunglarnir bíða eftir mær á garðinum uttanfyri, tí teir rokna við at fáa okkurt í nevið. Her eru kvørkkvekkjur, títlingar, starar, bringureyði, og onkur dúgva og kráka kemur av og fram við. Vagnur)

Klokkan er farin av átta, og mánin er um at fara aftur um sýn. (Mynd Vagnur)

 

Klokkan er farin av átta, og fólk eru farin til arbeiðis og í skúla. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply