Monthly Archives: november 2012

Hugaligt og klárt at hyggja út í tún í morgun

Klokkan er ellivu, og sólin skínur so fagurliga, men hon fer skjótt handan sýnuna. (Mynd Vagnur)

Í morgun er hósdagur 29. november. Tá ið fólk fara oman við hjá okkum um morgunin til arbeiðis ella í skúla, sært tú á gongulagnum á fólki, hvussu veðrið er. Veðurlagið ávirkar føroyingin, men vit gloyma skjótt vánaliga veðrið, sum kann herja oyggjarnar hesa ársins tið, men heldur gleðast um góðu løturnar, sum vit upplíva júst í morgun. Vit hava havt frálíkt heyst higartil, og nú nærkast myrkasti mánaður á vetrinum. Fyri tveimum árum síðani var eg eftir einum abbasoni í barnagarðinum við kirkjugarðin, og har segði pedagogur mær, at børnini vóru meira sjúk, tá ið vit høvdu slavið veðurlag við mjørka, disi og regni. Bakteriurnar høvdu góðar dagar í hesum veðri, men tær liggja í dvala, tá ið kalt er í veðrinum. Eingin ivi um, at nakað er um tað. Les meira…

Frílíkt, at róðrarfeløgini ikki vilja broyta barnaróðurin

 

Barnamanningar á vestanstevnu í Miðvági í 2008.

Á seinasta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum vóru nakrar broytingar samtyktar, sum koma at broyta FM-róðrarnar nógv í 2013. Millum annað skulu bátar ikki rógva 1500 metrar, tað vil siga, at 6-mannafør við monnum rógva 1000 metrar, og 8-mannafør við monnum rógva 2000 metrar, har tað ber til. Eisini varð samtykt, at barnamanningar, sum hava róð 500 metrar, í 2013 skulu rógva 1000 metrar, men tí betur hava róðrarfeløgini á eftirmetingarfund gjørt av, at skeivt er broyta teinin hjá børnunum, tí so fara fleiri ung at halda seg aftur. Niðanfyri skriv er nú sent fjølmiðlunum um barnaróðurin.  Les meira…

Teir arbeiða í Noregi og spæla hondbólt við Kyndli

Julian Jónsson Johansen og Hans Áki Dal Christiansen. (Mynd Vagnur)

Nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í Noregi. Teir eru í Noregi í tvær vikur, har teir arbeiða allar dagar í viku, og so hava teir frí í tvær vikur ella tríggjar vikur. Teir arbeiða um dagin ella um náttina, og um náttina er meira peningur at forvinna. Kyndilsspælararnir Hans Áki Dal Christiansen og Julian Jónsson Johansen arbeiða í Noregi í tvær vikur og hava frí í triggjar vikur.

Tá ið teir eru heima, spæla teir hondbólt við Kyndli. Men hvussu fáa teir at hanga saman at vera burturi frá Kyndilsliðnum í tvær vikur, og so sleppa aftur á liðið. Kunnu teir venja í Noregi? Les meira…

KÍF-H71 29-21(15-6) H71 gjørdi ein vørr í seinna hálvleiki StÍF-Kyndil 22-22(7-12) StÍF javnaði í seinasta minutti

KÍF verður óivað annað liðið í FM-finalunum.

Eitt H71 lið uttan Bogdan Florea ímóti vælhýrdum KÍF liði hevði lítið at bjóða í fyrra hálvleiki, har KÍF var klárt betri liðið. Úr Kollafirði verður sagt, at eingin H71 spælari var at skjóta langskot, tí fekk H71 bara seks mál í fyrra hálvleiki. Tó so einaferð fyrst í seinna hálvleiki ressaðist H71 við við skjótum og góðum spæli, og knappliga var støðan 16-14 til KÍF. Men so tók KÍF seg saman aftur og tók leiðsluna í dystinum í tryggum sigri. Ein hoyvíkingur segði mær í seinastu viku, at nú má Esbern Patursson koma heima at skriva uppgávu, annars koma Føroyameistaranir ikki í FM-finalurinar. Nakað kann vera um tað, men ikki er enn ov seint. Les meira…

VB-Stjørnan 18-23(11-9) Stjørnan gjørdi kvetti í Vági StÍF-Kyndil 20-24(10-12) Kyndil er á finalukós

Ema Beznovis hjá Stjørnuni gerst bara betri og betri (Mynd Álvur)

Tað má vera bragd av Stjørnuni at vinna í Vági, tí sjey stjørnuspælarar spældu ikki torføra útidystin. Stjørnan spældi við seks teimum somu spælarum allan dystin. Eg fekk stutt prát við fegna venjaran Svein Rógva Nielsen og spurdi hann, hvussu Stjørnan kundi vinna í Vági við so skerdum liði: – Málverjin Elisabeth Bergvin og verjan serliga i seinna hálvleiki vunnu okkum dystin og harvið týdningarmiklu stigini. Vit brendu nógv í fyrra hálvleiki, og tí fekk VB nógv skjótálop, sum góvu mál, men í seinna hálveleiki, fingu vit steðga hesum. Les meira…

Vangamyndin – Kristian Johansen dømdi 99 altjóða dystir

Kristian Johansen hevur í nógv ár verið formaður í Hondbóltssambandinum. (Mynd Vagnur)

Hondbóltssamband Føroya er stovnað í 1980, men HSF formaðurin Kristian Johansen kom longu í 1977 at virka í hondbóltsdeildini í ÍSF, sum tað æt tá. Hann byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum sum ungur drongur í 1968, og longu sum seytjan ára gamal dømdi hann í bestu deildunum. Kristian Johansen og Hjalmar Petersen vóru altjóða A-dómarar í nógv ár. Nú er Kristian altjóða dómaraeygleiðari, og frá 2006 hevur hann verið formaður í Hondbóltssambandinum.  Les meira…

Mentanarlív og vinnulív á vestaru bryggju í Havn

Enniberg, Sandshavið, Jaspis og Ametyst við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg mikumorgunin spákaði á vestaru bryggju í Havn, rann mær í hugs nógvu orðini, sum vóru at hoyra í valstríðnum undan býráðsvalinum. Fólk úr fleiri flokkum yngstu meira vinnuligt virksemi í Havn, tí vestara bryggja er summar dagar stein deyð. Mikumorgunin var tó virksemi á bryggjuni, tí trolarin Enniberg lossaði flak at flyta av landinum, partrolararnir Japis og Ametyst og línuskipið Sandshavið landaðu til landingarmiðstøðina. Virksemið gevur arbeiði til nakrar mans í nakrar dagar, men veruligt dagligt fiskaarbeiði er ikki á vestaru bryggju. Allur fiskurin fer við lastbilum til flakavirki kring landið. Trolarar, línuskip og útróðrarbátar, sum áður landaðu til Bacalao og seinni Fiskavirking, eru farnir úr Havnini. Røddir eru um, at Saltsølan skal gerast til mentanarmiðdepul, og at saltsiloin skal hýsa konsertum. Les meira…

Team Klaksvík-Neistin 27-37(12-17) Kyndil-Neistin 22-33(12-14) Neistin vann báðar dystirnar við stórum málmuni

Teitur (nr 3) skeyt tólv mál í Klaksvik. (Mynd Álvur)

Vit kunnu nú rokna við, at neistamenn fara at gera um seg í kappingini. Teir vunnu við einum máli á H71, og mikukvøldið vinna teir málríkan dyst á Team Klaksvík. Eg fekk fatur í Ára Rouch eftir dystin og spurdi hann, hví neistamenn veruliga bíta frá sær júst nú og síggja út at skjóta fleiri mál enn í fyrstu dysturnum.

Ári sigur: – Vit byrjaðu kappingarárið varnir, tí vit høvdu nýtt lið, og vit vistu ikki, hvar vit flutu. Fyrst løgdu vit okkum eftir góðum verjuspæli og drógu mangan ferðina úr álopsspælinum. Les meira…

Eftir stóru sorgina eri eg komin víðari í lívinum

Marjun Falkvard Danberg var blíð og fyrikomandi at práta við. Áhugaverd samtala. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú sært Marjuna Falkvard Danberg spæla hondbólt, sveima tankarnir um mammu hennara, Ingu Falkvard Danberg, sum spældi við Neistanum. Hon doyði av sjúku í 2002. Tá var Marjun ellivu ára gomul. Marjun og Inga minna heilt nógv um hvørja aðra á vøllinum, og serliga eykennið er, at Marjun eins og mamman vil so nógv á vøllinum, at sálarliga støðan mangan er teirra størsta mótstøða. Marjun er nógv broytt  seinastu tvey árini á vøllinum, hon er meira rólig, meira búgvin, og fær tí nógv meira burturúr í spælinum. Eg havi hitt Marjuna, og hon sigur millum annað: “Nú eri eg komin víðari í lívinum eftir stóru sorgina”.  Les meira…

Meiningahornið – Skeivt at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið júst tá

Heimaarbeiðið skuldi verið gjørt fyrst, áðrenn Ùtvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman. (Mynd Vagnur)

Tá ið stig vórðu tikin at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman, skrivaði eg grein um tað sama. Ikki helt eg, at rætt var at leggja stovnarnar saman júst tá til tess at spara eina stjóraløn, tí royndir vísa aðrastaðni, at tú sparir ikki pening at leggja saman. Hevði nýggjur bygningur verið bygdur, sum kundi hýsa báðum stovnunum, so var støðan kanska ein onnur. Nú siglir Kringvarp Føroya í tungum fíggjarligum sjógvi, har Sjónvarpið hevur tikið vælrikna Útvarpið við sær niður í fíggjarliga dýpið. Les meira…