Føroyingar eta haru, men bara í einstøkum førum kanin

Sólja við kanin í fanginum við búrini. (Mynd Vagnur)

Í grannalagnum hevur eitt húski kaninir, og tað er hugaligt at síggja gentu spæla við kaninirnar á bønum. Kaninir mugu ikki bara vera innilæstar í búri, tær mugu eisini sleppa at renna og stuttleika sær uttan fyri búrið.

Beiggi mín hevði kaninir á ungum árum, og eg minnist ljósareyðu, blindu og naknu ungarnar liggja hjálparleysir í búrinum. Grannin segði mær, hvussu tey av tilvild fingu fyrstu kaninina, tá ið tey vóru í lestrarørindum í Danmark. 

– Ein dag var ein kanin komin í garð okkara. Vit spurdu í grannalagnum, hvør mundi eiga kaninina, men eingin gjørdi vart við seg, so kanin bleiv hjá okkum. Seinni stóð lýsing um tríggjar aðrar kaninir, sum genturnar vildu hava. Vit søgdu, at tað var í lagi, men kaninirnar skuldu ikki við okkum aftur til Føroya.

– Men ikki veit eg, fráferðardagurin nærkaðist at flyta aftur til Føroya eftir at hava verið nøkur ár í Danmark í lestrarørindum. Hvussu við kaninunum? Nú vóru børnini vorðin góð við kaninirnar, og tey vildu hava kaninirnar við til Føroya. Foreldrini geva seg, sum so mangan, og kaninirnar komu við okkum til Føroya.

Kaninirnar eru tamar og ótrúliga fittar. (Mynd Vagnur)

– Tað er serliga miðlingurin, Sólja, sum passar kaninirnar, og eg haldi, at kaninirnar eru í góðum hondum., sigur pápin. Nú kemur Sólja út við eini kanin í føvninginum. Hon plagar at taka kaninir inn, tá ið hon heldur tær treingja til tess. Kanska eru eitt sindur illa fyri.

Tankarnir leita aftur til beiggja mín, sum ungur hevði kaninir í nógv ár. Eg minnist, at hann hevði tvey stór búr, og kaninirnar fingu nógvar ungar, sum hann læt øðrum. Serliga myndin av ljósareyðu, blindu og naknu ungunum stendur klár í huganum.

Tá ið eg gekk í Nonnuskúlanum, høvdu nonnurnar kaninir, sum tær ótu. Annars kenni eg bara ein mann, sum á sinni hevði nógvar kaninir, tí honum dámdi so væl kaninkjøt.

Tað sæst,at kaninirnar hava tað gott. (Mynd Vagnur)

Kanin, sum er floksdjór, hoyrir til haruslagið, og tað finnast hálvthundrað ættarsløg av ymsum kaninum. Kaninirnar, sum beiggi mín hevði, vóru stórar hvítar kaninir, meðan grannin hevur stórar kaninir, men eisini lítla kanin, eitt slag av dvørgkanin, sum eg ikki havi sæð áður.

Miðalaldurin er fimm til sjey ár, men kaninir kunnu blíva tíggju ár og kanska nøkur ár eldri. Vanligt er, at kaninir fáa serligt turrfóður, sum inniheldur tær vitaminir, kaninirnar skulu hava, men tað er eisini ógvuliga umráðandi, at kanin fær grønmeti og kanska hoyggj, so magin kann arbeiða.

Kanin eru longu kynsbúgvin fýra mánaðar gomul, og er kanin kviðin, so gongur bara ein mánaður, so koma ungarnir. Vanliga fær kanin ungar einar tríggjar til fýra ferðir um árið, og kanin fær millum fimm og átta ungar hvørja ferð, tó kann dvørgkanin fáa upp til trettan ungar. Ungarnir skulu helst vera hjá mammuni í tveir mánaðir, áðrenn teir verða latnir øðrum. (Vagnur)

Gott lag á kaninunum, tá ið tær sleppa at eta og spæla sær í garðinum. (Mynd Vagnur)

 

 Viðmerkingar til greinina

Hey Vagnur,

Finnur Lützen viðmerkti títt leinki.

Finnur skrivaði: “Kaninir smakka meira sum høna enn hara, kjøtið er ljóst. Smakkar sera væl.”

Poulina Slættanes

23. Oktober 23.03.00

Óla Jákup Nielsen í Leynum, lærari og dreyari, hann hevur nógvar kaninerfaringar. So eg meini, at tú saktans kann spyrja hann um, hvussu gingist hevur at hava kaninir. Gjørdu kaninrullupylsu, minnist eg.
Heilsan Poulina

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply