Monthly Archives: oktober 2012

VÍF/Tjaldur – StÍF 21 – 22 (12-14) StÍF vann í seinasta minutti

Rebekka Justinussen skeyt tíggju mál, og hon skeyt eisini seinasta og avgerandi málið í seinasta minutti. (Mynd Vagnur)

Ein spennandi hondbóltsdystur í bestu kvinnudeildini varð spældur í kvøld millum VÍF/Tjaldur og StÍF. Dysturin varð spældur í høllini í Runavík. Eg sá ikki dystin, men skrivi hesi orð úr dómaraseðlinum. StÍF kom á odda tíðliga í dystinum 4-1, men tá tíggju minuttir vóru spældir var javnleikur 4-4. Javnt gekk síðani á, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir var javnleikur 9-9. StÍF kom á odda 13-11, og liðini fóru til hálvleik við StÍF leiðslu 14-12.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og tá ið níggju minuttir vóru spældir var javnleikur 16-16. Javnt var framvegis næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir spæl var StÍF á odda 20-19. Fá mál vóru skotin næstu átta minuttirnar, men nú var VÍF/Tjaldur knappliga á odda 21-20, men í næstseinasta og seinasta minutti skeyt Rebekka tvey mál, so StÍF vann dystin 22-21. Les meira…

ÍF Føroyar hondbóltur hevur aftur fingið vind í seglini

ÍF Føroyar hondbóltur Menn 1. St.f.v: Helgi Justinussen, Jákup Apol, Jóhan Brekkstein, Jens Mohr og Rani Ellingsgaard. Fremst f.v: Hanus Johansen, Hjalti Mohr Jacobsen, Pól Andreassen, Heini Kristiansen og Brian Vang Poulsen. (Mynd Kirstin Johansen)

2. august skrivaði heimasíðan, at ÍF Føroyar hondbóltur í vár fekk 40.000 krónur í bót, og at liðið mátti flyta í niðastu deild, tí spælarar høvdu spælt ólógliga í donsku kappingini. ÍF Føroyar hevði tá sítt besta manslið nakrantíð, og liðið var júst flutt upp í 3. deild. Men nú er alt hetta søga, tí bótin, sum varð niðursett til 19.000 krónur, er goldin, og sólin skínur aftur á ÍF Føroyar hondbólt, tí stuðlar eru fingnir til øll liðini, og ongantíð hava so nógvir spælarar spælt hondbólt í ÍF Føroyum, sum júst nú. Ein av oddamonnunum Hjalti Mohr Jacobsen er ógvuliga bjartskygdur og sigur: Les meira…

VB – Kyndil 23-23 (13-11) Væl spældur kvinnudystur í Vági

Kyndil hevur fingið góða byrjan í kappingini.

Eftir dystin millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndil seinnapartin ringdi eg suður til eina av eldru eldsálunum hjá VB og spurdi hana, hvørja viðmerking hon hevði til kvinnudystin, og tað vóru føgur orð. – Vit sóu ein avbera væl spældan kvinnudyst seinnapartin  í Vági og serliga í fyrra hálvleiki. Kyndil hevur fingið eitt gott kvinnulið, og serlig leggi eg merki til fleiri ungar spælarar, sum veruliga nú bíta frá sær. Bara at nevna Ásleyg Súnadóttir, sum var ótrúliga góð, og so Guðrið G. Eystberg, og har eru fleiri. Eingin ivi um, at VB følnaði, tí Kyndil í seinna hálvleik fór at mansverja Gurið Mortensen. Alt skramblaði saman, sigur eldsálin úr Vági. Les meira…

Stjørnan – Neistin 21-34 (9-16) Neistin var nógv tað betra liðið

Hugaligt, at Ása á Neystabø er aftur á neistaliðnum. Gentan við bóltinum eitur Birita Jacobsen. (Mynd Álvur)

Seinnapartin var dystur í Klaksvík millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, og longu frá byrjan í dystinum løgdu neistakvinnur seg á odda, tí um miðjan hálvleik var Neistin á odda 10-3. Tað sýntist, sum neistakvinnur eru í nógv betri venjing enn stjørnukvinnur. Hetta er víst á áður í øðrum dystum. Neistaverjan stóð væl og málverjarnir væl, og tá ið neistaverja var góð, fekk Stjørnan ov fá mál. Durita Chirstophersen var komin úr Danmark, meðan Simona Petersen ikki var við, tí hon hevur knæskaða. Neistafólk fingu eyga á ungt stjørnuskot, og ungi spælarin spældi á høgra veingi hjá Stjørnuni. Og hvør er so hon?

Í nógv ár hevur Bára Klakstein verið ein av berandi spælararum hjá Stjørnuni, men úr neistaleguni verður sagt, at dótturin unga Eyðvør Klakstein veruliga gjørdi um seg í Klaksvík í dag. Eyðvør er skjót og arbeiðssom, og hon skeyt trý mál. Eisini verður sagt, at Ella Petersen úr Stjørnuni kann vera væl nøgd við sítt avrik. Hon spældi eisini væl ímóti Kyndli í Havn. Les meira…

Dómaratrupulleikarnir stórir í Grønlandi, sigur Ingi úr Nuuk

Teir spæla “Faxe Kondi cup” í Nuuk fyri viku síðani. (Mynd Leiff Josefsen)

Ingi Olsen og familjan eru farin til Grønlands, har Ingi arbeiðir hjá BankNordik í Nuuk. Hondbóltur fyllir framvegis nógv hjá Inga, og børnini spæla eisini hondbólt í Grønlandi. Hondbóltur er ikki gomul ítróttagrein í Grønlandi. Hondbóltssambandið GHF varð sett á stovn 11. mai 1974, og átjan hondbóltsfeløg við 1600 spælarum og 155 liðum eru limir í sambandinum. Í lítla viku einaferð um árið verður kappast um meistaraheitið í bestu deildunum og eisini fyri U19 ár og  U16 ár gentur og dreingir. Yngru liðini spæla økiskappingar. Tað kann ikki gerast øðrvísi, tí frástøðan millum býir og bygdir eru stór í Grønlandi, og tí eru ferðaútreiðslurnar  kostnaðarmiklar. Í vikuni fekk eg heilsu frá Inga úr Grønlandi.  Les meira…

Føroyingar eta haru, men bara í einstøkum førum kanin

Sólja við kanin í fanginum við búrini. (Mynd Vagnur)

Í grannalagnum hevur eitt húski kaninir, og tað er hugaligt at síggja gentu spæla við kaninirnar á bønum. Kaninir mugu ikki bara vera innilæstar í búri, tær mugu eisini sleppa at renna og stuttleika sær uttan fyri búrið.

Beiggi mín hevði kaninir á ungum árum, og eg minnist ljósareyðu, blindu og naknu ungarnar liggja hjálparleysir í búrinum. Grannin segði mær, hvussu tey av tilvild fingu fyrstu kaninina, tá ið tey vóru í lestrarørindum í Danmark.  Les meira…

Neistin – VÍF 14-20 (5-12) Bartal helt Neistanum inni í dystinum

Filip Jojic skeyt níggju mál seinnapartin, og hann er saman við Sveini Justinussen úr StÌF vandamiklasti álopsspælarin í  landinum.

Eirikur Magnussen sá í dag dystin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF, og hetta skuldi gerast ein málfátækur dystur. Neistin mansvardi Filip Jojic, men hóast hetta, so skeyt frálíki spælarin níggju mál. Besta vápnið hjá Neistanum higartil í kappingini er verjuspælið og málverjarnir. Les meira…

Neistin – VÍF/Tjaldur 29-23 (15-13) Nýggja liðið gott í væntu VB – StíF 32-25 (16-10) StÍF argaði VB í seinna hálvleik

Marjun Danberg skeyt fimm mál í dystinum.

Fólk vóru spent at síggja nýggja samasetta liðið VÍF/Tjaldur spæla seinnapartin, men vit sóu ikki røttu myndina av liðnum, tí Liljan Djurhuus úr Vestmanna var skadd og spældi ikki. Tí lá ov nógv av skotstyrkuni á herðunum á Adinu Petrea, sum skeyt tíggju mál í dystinum, sigur Claus Rasmussen, sum sá dystin. – VÍF/Tjaldur var á odda fyrst í dystinum og kom fram um bæði 3-1 og  5-4, men tá ið hálvleikurin var hálvrunnin, var javnleikur 6-6. Liðini fylgdust til sjey minuttir vóru eftir av hálvleikinum, tí tá var aftur javnleikur 10-10. Men næstu minuttirnar kom Neistin fram um 15-12, og liðini fóru til hálvleik við úrslitinum 15-13 til Neistan. (Hagtøl frá dystinum VB-StÍF niðast í greinini) Les meira…

KÍF – StÍF 24-23 (13-13) KÍF vann ógvuliga tætta dystin

Vintrahenti spælarin Nicklas Selvig er týdningarmikil KÍF-spælari.(Mynd Álvur)

KÍF fekk góða byrjan í Kollafirði seinnapartin, tí miðskeiðis í fyrra hálvleiki var KÍF á odda 7-4, sum er málfátækt korter. StÍF setir so ferð á, og tíggju minuttir seinni er javnleikur 10-10. Liðini fylgjast restina av tíðini til hálvleik 13-13. Seinni hálvleikur er løgin, tí StÍF fær flúgvandi byrjan, og eftir átta minuttir er StÍF á odda 18-14. Men nú steðgar StÍF upp í nakrar minuttir, og løtu seinni er javnleikur 19-19.

Seinasta korterið í dystinum er eins málfátækt og fyrsta korterið í dystinum, tí KÍF fær fimm mál, meðan StÍF fær fýra mál, so KÍF vinnur dystin 24-23. KÍF er framvegis oddalið, men eingin ivi eru um, at StÍF kemur og verður eitt av toppliðunum í vetur. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen dømdu dystin.

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurdbjørnsson 6, Andrias Nielsen 6, Niclas Selvig 5, Rúni Joensen 4, Tony Weihe 2 og Rógvi Weihe 1

Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 9, Borgar Danielsen 6, Jógvan G. Joensen 4, Pætur Joensen 3 og Jørmund Joensen 1 (Vagnur)

Kyndil – Stjørnan 21-18 (9-11) Kyndil fór frá Stjørnuni miðskeiðis í seinna hálvleiki

Kyndilskvinnur 2012. St.f.v: Anja Heinadóttir, Guðrið G. Eystberg, Sára Sondum, Birita Mortansdóttir, Bjarta Johansen, Randi S. Wardum og Geir Wardum, venjari. Fremst f.v: Anna Sofía Mohr, Annika Sigurðsdóttir, Kristina Brekkstein, Tomma Petersen, Bára K. Hansen og Turið Arge. (Mynd Vagnur)

Eg sá fyrra hálvleik av dystinum millum  kvinnuliðini hjá Kyndli og Stjørnuni seinnapartin. Bæði liðini vóru skerd, tí uttanfyri vøllin stóð kyndilsspælarin Jórun Ludvig við skaða, og millum áskoðararnar sat stjørnuspælarin Simona Petersen eisini við skaða. Og stjørnuspælarin Durita Christophersen er farin aftur til Danmarkar. Fyrri hálvleikur var ikki góður, tí vit vóru vitni til tvey lið, sum mistu nógvar bóltar og brendi nógv skot. Stjørnan var betra liðið í fyrra hálvleiki við Joan Joensen og Unu Olsen á odda, meðan Anja Heinadóttir og Guðrið Eystberg mest hildu Kyndli inni í dystinum. Les meira…