Monthly Archives: september 2012

H71 – Neistin 24-23 (12-12) Neistamenn spældu frálíkan dyst, men taptu við einum máli í seinasta minutti

Neistamenn 2012. St.f.v: Sjúrður Thomassen, liðleiðari, Herbjørn Lava, Jugoslav Djumic, Beinur Davidsen, Kristjan Dulavík, Torstein Balle, Terji Mørk og Áki Mørk venjari. Húkandi f.v: Teitur Magnusson, Andras Joensen, Mikkjal Hansen, Rói Berg, Bartal Kamban, Guðfinnur Thorleifsson og Grímur Petersen. (Mynd Vagnur)

Eg var ikki sørt spentur at síggja nýggja neistaliðið við heilt ungum spælarum spæla seinnapartin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Heilt fitt av áskoðarum sóu javna dystin, har eingin munur var á liðunum, og at tilvildin gjørdi í seinasta minutti, at H71 vann dystin við einum máli. Neistamenn spældu frálíkan dyst, har stríðsandin var í topp, og serliga miðverjan er ikki sædd betur í Neistanum í nógv ár. Eg bíðaði alla tíðina eftir einum øðrum “geari” frá H71 spælarum, men hetta “geari” kom ongantíð. (Tøl frá dystunum millum VÍF og StÍF og KÍF og Kyndil eru niðast í greinini) Les meira…

Havnar Róðrarfelag hátíðarheldur 80 ára stovningardagin

Havnar Róðrarfelag egtur stórt og gott neyst í Álakeri. Ovara hædd er leigað út til stovn. (Mynd Vagnur)

Havnar Róðrarfelag fylti 80 ár 25. juni í ár, og í annaðkvøld 29. september er 80 ára veitsla í bátahøllini í neystinum. Havnar Róðrarfelag eigur nógvar kappróðrarbátar bæði nýggjar og eldri bátar. Nøvini vit kenna frá FM-róðrunum eru 10- mannafarið Havnarbáturin, 8-mannafarið Ørvur, 6-mannafarið Gongurólvur, 5-mannafarið Sílið, 5-mannafarið Drekin og 5-mannafarið Títlingur, sum bara verður brúktur til barnaróður. Felagið goymir eisini ein bát av hvørjari stødd, sum Niclas í Koltri smíðaði.  Les meira…

Allir rógvararnir umborð á teinæringinum róðu í vesti

Vøkur sjón at síggja á Havnarvág, allir rógvararnir í vesti. (Mynd Vagnur)

Í seinastu viku koyrdi eg oman á vestaru bryggju, og fram við Molanum sást nýggi teinæringurin, sum Kaj Hammer hevur smíðað. Vøkur sjón at síggja tjúgu mans sita við árarnar. Tað sást, at menn royndu at fáa ferð á bátin, og eingi ivi um, at okkurt tólið var í bátinum at máta ferðina. Tað gleddi meg at síggja, at allir tjúgu rógvararnir róðu í vesti, tí hetta boðar frá ábyrgd á sjónum, haldi ikki, at róðurskvinnan var í vesti. Fyri ólavsøku komu fleiri kappróðrarbátar til Havnar at venja til ólavsøku, og har sást, at nógvir rógvarar leggja lítið í, um teir fáa 1000 krónur í bót at rógva uttan vest, og enn størri bót, um onnur útgerð sambært kunngerðina um bjargingaútgerð, eisini vantaði í bátunum. Tað gongur betur og betur við hugburðinum um trygd á sjónum. Tey ungu halda kunngerðina, nú ræður bara um at fáa allar teir eldru menninar at ganga undan. (Vagnur)

Skeivt av Fótbóltssambandinum at broyta kvinnukappingina

Myndin eru frá dysti millum KÍ og AB á sumri 2011.

Í sendingini 3-2 hoyrdi eg KÍ kvinnu siga, at núverandi kapping hjá kvinnum í bestu fótbóltsdeildini er ein skandala. Fyrr í ár hoyrdi eg í útvarpi liðskiparan hjá KÍ Malenu Josephsen siga nakað tað sama. Eg havi ringt til Klaksvíkar og spurt, hvat KÍ kvinnur meina við, tá ið tær siga, at tað var skandala og skeivt at broyta fótbóltskappingina hjá kvinnum, sum ikki hevur riggað væl í ár. Høvuðsorsøkin er, at kappingin í summar var longu avgjørd á ólavsøku, og allur spenningur tá farin úr kappingini. Les meira…

Úr myndasavninum – Í 1969 spældu menninir FM í oldboys

Neistin oldboys 1969. St.f.v: Eigil Lyngsø, Hildibjart Johansen, Henning Eysturoy, Poul Johannes Johansen og Hans Holm. Húkandi f.v: Evald Larsen, Eivind Dam og Hansemann Mikkelsen.

Tað gongur ikki væl at finna myndir av eldri mansliðnum. Neistamenn vóru meistarar í 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi spurt familju og spælarar frá hesum árum, so er eingin mynd at finna. Harafturímóti havi eg funnið upprunamyndina av oldboysliðnum hjá Neistanum frá 1969. Roynt varð hetta árið at skipa fyri FM-kapping í oldboys, men bara VÍF, Neistin og TB meldaðu til kappingina. Og í seinastu løtu meldaði TB frá, tí spældu bara Neistin og VÍF. Liðini spældu fyrst ein dyst hvør ímóti øðrum í Havn og í Vestmanna, men javnleikur var millum liðini. Avgjørt varð tí at spæla nýggja kapping, og har eydnaðist neistamonnum at vinna FM-heitið. Á neistaliðnum spældu spælarar, sum eisini mannaðu neistaliðið í 50 árunum. Myndin av neistamonnum er tikin í Vestmanna. Spælt varð bara í 1969 um FM-heitið í oldboys. (Vagnur)

Kvinnu- og gentuhondbóltur byrjar nú av álvara á Argjum

Spennandi at fylgja við, hvussu tey menna hondbóltin á Argjum. (Mynd Vagnur)

ÍA er nýtt hondbóltsfelag á Argjum, og seinasta ár spældu bara dreingir og menn í landskappingini, men nú byrjar ÍA spakuliga við smágentum. Góðu tíðindini eru eisini, at ÍA á fyrsta sinni skal spæla í 1. deild hjá kvinnum. Hetta eru ungar fótbóltskvinnur, sum nógvar áður hava spælt hondbólt í Neistanum, Kyndli og H71, og sum nú vilja halda seg í venjing um veturin og spæla hondbólt. Formaðurin í ÍA Krístian Martin Skála er framvegis bjartskygdur um gongdina á Argjum. Les meira…

Kyndil – H71 25-27 (11-18) H71 var betra liðið seinnapartin

H71 menn 2012. St.f.v: Jens á Skipagøtu, Petur Mittún, venjari, Høgni Olafsson, Bogdan Florea, Sigmundur Nolsøe, Hallur Biskopstø, Tróndur Arge, Ári Jógvansson Olsen og Halgir Dahl Olsen, hjálparvenjari. Húkandi frá vinstru: Bogi Gaard Davidsen, Rúni Højgaard, Rógvi Sørensen, Tóraldur Kollsker, Ári Dam og Høgni Djurhuus. (Mynd Eirikur)

Í dag klokkan 16.00 spældu bestu mansliðini hjá Kyndli og H71 fyrsta dystin í kappingarárinum 2012/2013. Eirikur Magnussen sá dystin, og hann sigur við heimasíðuna, at tað sýntist, sum H71 var betur samanspælt enn kyndilsliðið. Liðini fylgdust fyrstu fimtan minuttirnar, men so dró H71 knappliga frá við nøkrum skjótum málum, og tá ið liðini fóru til hálvleiks, sýntist, sum dysturin longu var avgjørdur, tí H71 var á odda við sjey málum. Les meira…

Rás 2 hevur áhuga at senda nógv meira hondbóltstilfar

Heri Simonsen í sendirúminum í Rás2. Hann sendir nógvar tímar ítrótt um vikuna. (Mynd Vagnur)

Men Hondbóltssambandið má hjálpa at fáa ein fíggjarligan “platform” at standa á, tí hetta ger Fótbóltssambandið í sambandi við frásagnir, triðja hálvleik og undansendingar um fótbóltsdystir. Eftir mínum tykki fekk hondbólturin seinasta vetur ov lítla umrøðu í Kringvarpi Føroya og fjølmiðlunum annars. Hondbótlurin má sjálvur eisini taka part av ábyrgdini.

Fríggjadag seinnapart um fýra tíðina spákaði eg mær inn Miðlahúsið, tí eg hevði hoyrt, at Rás 2 hevur stóran áhuga at siga frá hondbólti í vetur. Úr sendirúminum komu  júst fótbóltsspælarar, sum høvdu tosað um komandi EFFO dystirnar. Les meira…

Landskappingin í hondbólti byrjar um vikuskiftið

Spennandi, hvørja ábending vit fáa eftir dystin millum Kyndil og H71 sunnudagin.

Longu leygardagin 22. september spæla nøkur av yngru liðunum, men sunnudagin klokkan 16.00 eru fyrstu tríggir dystirnir í Atlantic Airways deildini. Á Strondum spæla StÍF og Team Klaksvík, í Vestmanna VÍF og KÍF og í høllini á Hálsi Kyndil og H71. Kappingin í bestu kvinnudeildini byrjar ikki fyri enn 6. og 7. oktober. Og hvat kunnu vit so vænta okkum av fyrstu mansdystunum í bestu deildini? Fáir vinadystir eru spældir, men eg havi tó gjørt mær nakrar tankar um fyrstu dystirnar. Les meira…

Kári Nielsen skal venja A-manslandsliðið í hondbólti

Kári hevur framt dygdararbeiði sum venjari í H71.

Í døgunum 26. til 29. oktober skal A-manslandsliðið til Luxembourg at spæla tveir landsdystir, og møguliga kemur Belgia eisini til Luxembourg at spæla ímóti føroyingum. Eftir at A-landsliðsvenjarin Dia Midjord gjørdist stjóri í Kringvarpi Føroya, mátti hann siga landsliðsstarvið frá sær, og HSF hevur heitt á hjálparvenjaran Kára Nielsen um at taka sær av ferðini til Luxembourg.

Kári Nielsen hevur stóran áhuga í ungdómshondbólti í Føroyum, og hann er maðurin aftan fyri stóru menningini av ungum mansspælarum í H71, sum hevur vunnið tvey meistaraheiti við honum sum venjara.

Nú hevur hann tikið uppgávuna á seg at venja A-manslandsliðið, og sum eg skilji, er avtalan fyrst um ferðina til Luxembourg, tí Kári venur eisini U21 manslandsliðið. Hvussu fer Kári at taka út landsliðið við so stuttu skotbrái? Les meira…