Monthly Archives: august 2012

Tvær serbiskar kvinnur skulu royndarvenja í Vági

Spennandi at fylgja við, hvussu fer at gangast Damir Oros venjara í Vági.

Sunset liðið hjá VB verður óivað styrkt við tveimum serbiskum kvinnum, sum um mánaðarskiftið koma til Vágs at royndarvenja. Talan er um eina kvinnu, sum hevur spælt í Vestmannaoyggjum í Íslandi og eina kvinnu, sum hevur spælt í Serbia. Nú kreppa er í Europa, hevur VB fingið fleiri fyrispurningar frá útlendskum spælarum at koma til Føroyar at spæla, men vónleyst er at fáa arbeiði til spælararnar, sigur Egil Steintórsson formaður í VB.  Les meira…

Sandingar fara at endurstovna hondbóltsfelagið Vípuna

Høllin á Sandi verður tikin í nýtslu í novembur mánað. (Mynd Landsverk)

Ítróttahøllin á Sandi skuldi vera liðug fyrst í september mánað, men hetta er útsett til fyrst í november mánað. Men longu nú er kreftir á Sandi, sum vilja endurstovna hondbóltsfelagið Vípuna, sum varð stovnað í 1942. Men tá ið ungu kvinnurnar, sum vunnu FM-heitið í 1944 og í 1949, giftust og fingu børn, vóru ongar ungar kvinnur at taka við. Í morgun ringdi eg til Adu Kristinu Petersen, sum saman við Hjørdis Jensen, ætla at endurstovna Vípuna. Og hon sigur soleiðis í stuttum úr handli á Sandi, har hon arbeiðir. Les meira…

AB og Skála spæla 5. september avgerandi dyst um uppflyting í EFFO deildina

O7 Vestur vann 2-0 á AB um vikuskiftið.

Sjúrður Olsen er formaður í “FC Argir”, sum hevur ábyrgdina av besta mansliðnum hjá Argja Bóltfelag. AB ella Skála flyta upp í EFFO deildina saman 07 Vestur, og hetta verður óivað avgjørt 5. september, tá ið AB og Skála spæla á Argjum. Eg havi spurt Sjúrð Olsen, um AB hevur nóg góða manning at standa seg í EFFO deildini, um tað eydnaðast at flyta upp í bestu deildina. Les meira…

Fríðin Ziskason fer frá sum formaður í Team Klaksvík

Hanus Norðberg er ungur góður spælari. (Mynd Álvur)

Leygardagin 1. september klokkan 19.30 hevur Team Klaksvík ársaðalfund í Badmintonhøllini, og eftir fundin byrjar enn ein nýggj tíð hjá Team Klaksvík. Umframt at Fríðin Ziskason fer frá sum formaðurin, stendur besta manslið uttan venjara, báðir útlendingarnir eru farnir úr felagnum, og málverjin Levi Nybo býr nú á Strondum og spælir við StÍF.

Ótroyttiliga eldsálin í Team Klaksvík hevur verið Fríðin Ziskason formaður, men hansara borgarliga starv krevur so mikið nógv, at hann ikki longur hevur tíð at vera formaður í Team Klaksvík. Eg havi hitt Fríðin, og hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at liðið spælir í bestu deildini, sjálvt um liðið missir spælarar. Vit onnur vóna, at Team Klaksvík heldur fram at menna dreingja- og manshondbóltin. Les meira…

Makrelurin broytir samfelagið – Atlantsfarið fullfermt á Havnini

Atlantsfarið við 700 tonsum av makreli í lastini bíðar eftir landingartørni í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Tað var vøkur sjón í gjárkvøldið í skýmingini at síggja Atlantsfarið við vestarubryggju í Havn fullfermt við makreli og bíða eftir landingartørni í Kollafirði. Sjónin av fullfermda nótabátinum er dragandi, og nógvir bilar komu oman á bryggjuna at hyggja at skipinum. Undir Argjalandið í skýmingini royndi einir tíggju smábátar eftir makrili, men torført er at fáa fatur í makrelinum, tí hann er styggur og flytir seg skjótt. Men makrelur er eisini í Nólsoyarfirði. Sjónin av Atlantsfarinum boðar frá bjartskygni, tí vit ynskja øll, at tað gongur væl í fiskivinnuni. Men fiskur kemur, og fiskur fer. Les meira…

6-mannafarið Herningur er “gamli” Jarnbardur frá 2001

Herningur er á veg út á málið á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Nógv fólk spurdu meg eftir ólavsøku um 6-mannafarið Herning mannað við kvinnum, tí tey kendust ikki við bátin uttan tað, at báturin var bláur, og at nakrar nakað eldri kvinnur róðu við bátinum. 6-mannafarið Herningur róði fyrst old girls róður í Vestmanna, har klassamunur var millum Herning og hinar bátarnar. Men á ólavsøku róði Herningur ímóti teimum yngru umborð á Páll Fanga, Hvessingi og Rádna, og Herningur vann tryggan róður. Eg havi kagað eitt sindur í hagtølini um bláa 6-mannafarið sum lítið uppískoyti til róðrarárið, og hagtøl eru altíð áhugaverd. Les meira…

KÍF liðið hevur mist eitt sindur av breiddini frá í fjør

Jacob Jónsson hevur nú einsamallur ábyrgdina av KÍF liðnum. (Mynd Vagnur)

KÌF spælararnir í bestu mansdeild hava verið nógv í gjøgnum á vøllinum seinnu árini. Liðið spældi FM-finalur í vár og í fjør vár, men liðið tapti báðar finalurnar. KÍF var eisini í steypafinaluni ímóti Neistinanum í 2011, men tapti finaluna. Seinasta vetur tapti KÍF bara tríggjar dystir í grundspælinum og var longu á jólum í FM-finalunum, men KÍF tapti FM-dystirnar tepurt við einum máli fyri H71, sum vann FM-heitið. Jacob Jónsson er høvuðsvenjari, og honum dámar ótrúliga væl í Kollafirði.

-Mær dámar væl at venja KÍF, sum eg vandi saman við Jan Ottosen seinasta kappingarár. Spælararnir dáma væl at venja, og tá ið teir tíma væl, so tími eg eisini væl. Tú spyrt meg um manning? Har er at siga, at einki nýtt andlit kemur í KÍF hópin, men hópurin er tó minkaður eitt sindur í breiddini, tí Niclas Reginsson er farin uttanlands í lestrarørindum, og vit kunnu ikki rokna við brøðrunum Arnbirni og Gert Hansen. Les meira…

Sunset liðið hjá VÍF styrkt við tveimum donskum spælarum

Spennandi at vita, hvussu fer at hildnast hjá VÍF kvinnum.

 

23 ára gamla Sarah Hansen og 21 ára gamla Amanda Kristensen fara at spæla við Sunset liðnum úr Vestmanna. VÍF missir spælarar, Agnas spælir millum annað ikki, og onkur av teimum ungu fara uttanlands. Men í staðin koma tveir danskir spælarar í VÍF hópin, og Jan Ottosen venjari heldur, at VÍF kvinnurnar verða nakað betri enn í fjør, tí tær ungu eru eisini blivnar eitt ár eldri. Les meira…

Filip Jojic, sum spældi við Team Klaksvík, fer til Vestmannar

24 ára gamli Filip Jojic kemur úr bosniska felagnum Banja Luka

Nú er tað greitt, at 24 ára gamli bosniski spælarin Filip Jojic spælir við VÍF næsta kappingarár. Filip spældi í fjør við Team Klaksvík og gjørdist toppskjútti í føroysku kappingini, og á gallaveitsluni varð hann valdur til ársins álopsspælara. Filip spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og á miðjuni. VÍF hevur eisini fingið tveir ungar danir úr Skanderborg 23 ára gamla Martin Ritto og 21 ára gamla Rasmus Junker. So tað verður spennandi at fylgja VÍF liðnum kappingina komandi, og liðið verður óivað sterkari enn seinasta kappingarár. Venjarin Jan Ottosen er nú væl nøgdur við spælarahópin. (Vagnur)´

Fara fuglfirðingar kanska at endurtaka bragdið frá 1979?

ÍF Føroyameistari í 1979. St.f.v: Jan Nielsen, Sonni Jensen, Jón Nolsøe Olsen, Poul Eldevig, Abraham Løkin, Hermann Midjord, Hans Elias Joensen, Meinhardt Dalbú og Ronny (Geson) Gunnarson. Húkandi f.v: Sam Jacobsen, Kaj Eli Poulsen, Kristian Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ovi Joensen, Birgir Thomsen og Áki Petersen. Hans Cederius Joensen vantar á myndini. (Mynd Árið íð fór)

Tá ið eg hoyrdi í útvarpinum, at ÍF hevði vunnið 2-0 á B36 í Gundadali, sveimaði tankarnir.- Man ÍF fara at endurtaka bragdið frá 1979, tá ið liðið vann FM-heitið í seinasta umfari. ÍF hevði ongan dyst tapt summarið í 1979, men liðið hevði spælt javnleik ímóti TB, B36  og VB. Bæði ÍF og TB høvdu møguleika at vinna FM-heitið í seinasta umfari, men tá ið avtornaði, hevði ÍF 25 stig og TB 24 stig. Les meira…