Monthly Archives: juli 2012

Høllin við Landavegin verður tíverri óivað ongantíð bygd

Umframt høvuðsvøllin er í høllini eisini triðingsvøllur við fullari breidd og máli

Nógv fólk spyrja meg, hvussu gongur við ítróttahøllini við Landavegin, sum Neistin skuldi byggja, tí tey vita, at eg var í hallarnevndini. Tíverri má eg siga fólki, at høllin óivað ikki verður bygd, og orsøkirnar eru fleiri, sum eg skal greiða eitt sindur frá niðanfyri. Hetta er sjálvandi mín persónliga meining, um hví høllin óivað ikki verður bygd. Eg var ein av teimum, sum tók stig at byggja høllina, men eri ikki longur partur av hallarmálinum. Haldi tó, at fólk eiga at fáa eina frágreiðing. Les meira…

Julianna og eg hittast hvørt ár til kappróður á “Ískaiini”

Julianna sum altíð fyrikomandi og blíð til kappróður á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

83 ára gamla Julianna Didriksen uppvaksin á Strondum er kend havnarrmynd,  hon er mamma at kendu tvíburunum Árna og Marnar Andreasen. Sjálvt um nógvan mótgang í lívinum, er hon altíð fyrikomandi at práta við og tykist ótrúliga lívsglað. – Várharra hevur givið mær góða sinnalagið, sum eg eri takksom fyri, men eg havi eins og onnur fólk eisini havt mótgang í lívinum. Er var bara tíggju dagar gomul, tá ið mamma mín doyði bert 27 ára gomul, sigur Julianna. Eg hitti Julionnu sum vanligt á “Ískaiini” ólavsøkuaftan. Les meira…

Mótvindurin ávirkaði fleiri róðrar. Alt var avgeitt klokkan 16.30

8-mannaførini fáa forsíðuna hesuferð. Miðvingur gjørdist føroyameistari. (Mynd Vagnur)

Eg plagi at standa á “Ìskaiini” á ólavsøku, tí tá sært tú út á málið og hevur bátarnar beint útfyri tær á 200 metrarmerkinum. Var vísur í, at mótvindur í dag kom at broyta fleiri róðrar frá undanfarnum róðrum, har veðrið hevur verið gott á øllum stevnunum. Tað hildnast oftast best í mótvindi hjá manningum, sum rógva tey longu heldur seigu tøkini, og so var eisini í dag. Og tí gjørdist munurin størri í fleiri róðrum enn undanfarnar róðrar. Heldur óvæntaða úrslitið var, at Páll Fangi við kvinnum snávaði so dyggiliga, har Herningar vann tryggan sigur. Klaksvíkingur róði uppvísningsróður. (Fleiri myndir eru niðanfyri) Les meira…

Elstu rógvararnir halda ikki kunngerðina um trygdina á sjónum

Rógvararnir umborð á Drekanum rógva allir í vesti, men hvussu við eldri rógvarunum? (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at fara oman á Eystaru bryggju at hyggja at kappróðrarbátum, sum koma til Havnar at venja fyri ólavsøku. Týskvøldið var Vestmenningur í Havn, ígjárkvøldið Klaksvíkingur, Nevið Reyða, og á einum vongi í Álakeri stóð 6-mannafarið Rádni úr Fuglafirði. Fleiri bátar róðu hvør ímóti øðrum, men tað sum undraði meg allar mest í gjárkvøldið var, at tað eru teir eldru rógvararnir, sum slett ikki halda kunngerðina um trygdina á sjónum. Hvat siga nevndirnar í feløgunum? Les meira…

Høllin á Hálsi fær nýtt gólv í august mánað

Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu í 1970. (Mynd Vagnur)

Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu beint fyri ársskiftið í 1970, og hetta var ótrúliga stórt frambrot í høvuðsstaðnum. Høllin æt tá Tórshavnar samkomu- og ítróttahøll, tí høllin skuldi hýsa øðrum virksemi enn bara ítrótti. HB, B36, Kyndil, Neistin og Havnar Badmintonfelag høvdu rættindini til nýggju høllina, men tá ið Havnar Badmintonfelag fekk egnu høll, sum varð bygd omaná gamla svimjihylinum fyrst í 80-árunum, fór Havnar Badmintonfelag úr høllini á Hálsi. Høllin á Hálsi vérður stongd í august mánað. Tórshavnar kommuna samtykti herfyri at lata 2,5 milliónir til gólvarbeiðið, og eg havi hitt hallarstjóran Dánjal Samuelsen. Les meira…

Høvuðsstaðarfeløgini B36 og HB í niðurflytingarvanda

HB er fýra stig og B36 tvey stig frá niðurflytingarlinjuni.

Tá ið eg sá fótbóltstøðuna í EFFO deildini í gjár, hugsaði eg beinanvegin, at hetta má vera fyrstu ferð í minari tíð, at bæði høvuðsstaðarfeløgini eru niðurflytingarvanda. B36 tvey stig og HB fyra stig frá niðurflytingarlinjuni. Og serliga hevur haltað í verjupartinum hjá báðum liðunum, tí sjálvt um HB hevur skotið flest mál í deildini, so eru 25 mál higartil farin í HB-málið og 22 mál í B36-málið. Les meira…

Vestmenningar óhepnir í summar, men missa ongantíð vónina

Vestmenningur og Klaksvíkingur rógva stavn um stavn í Klaksvík. (Mynd Róar Dalsgaard)

Skalt tú upp á toppin í ítrótti, skal alt laga seg væl. Marginalar og skaðar eru partar í ítróttinum, og summi lið og summar manningar fáa fleiri trupulleikar at dragast við enn onnur. Finnur Johannesen er bátsformaður umborð á Vestmenningi, og eg veit, at teir hava verið plágaðir av skaðum, og at teir ikki hava havt marginalarnar við sær serliga á sundalagsstevnu, tá ið bara fimm hundraðpartar av sekundi skilti Klaksvíking og Vestmenning. Fyrst spyrji eg, hvussu vestmenningar higartil eru nøgdir við róðrarárið?  Les meira…

Stoltleiki og æra at vinna Útvarpssteypið, sum løgmaður handar

Petur Mohr Dam, løgmaður, handar Vilhjálmi Christiansen, róðursmanni umborð á Ørvi  Útvarpssteypið í 1962. Á myndini sæst eisini Niels Juul Arge útvarpsstjóri. (Mynd ÍSF 50 ár)

Sílið er báturin, sum oftast hevur vunnið Útvarpssteypið. Útvarpið gav steypið at kappast um í 1962, og tað var Niels Juul Arge, útvarpsstjóri, sum tók stigið at lata Útvapssteypið. Niels Juul hevði stóran áhuga í kappróðri, og umframt at varpa út róðrarnar, gav hann út bókina “Drekin”, og hann var eitt skifti formaður í Havnar Róðrarfelag. Tað var og er altíð stoltleiki og æra at vinna Útvarpssteypið, sum ikki kann vinnast til ognar. Løgmaður handar altíð steypið á ólavsøku. Havfrúgvin við kvinnum, Lómur við monnum, Páll Fangi við kvinnum og Miðvingur hava vunnið allar róðrarnar í summar. Ein av hesum bátunum vinnur Útvarpssteypið. Les meira…

Programmleiðarin í Kringvarpinum stýrir Páll Fanga

Solby Eliasen stýrir her Páll Fanga á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

Solby Eliasen er virkin kvinna. Hon koyrir úr Klaksvík til Havnar at arbeiða í Kringvarpinum, hon hevur familju og tvey børn, og hon stýrir Páll Fanga. – Eg havi altíð fylt væl við í øllum ítrótti, men kappróður hevur havt mín allar størsta áhuga. Systir mín róði kapp, og pápi mín Kristian Olsen hevði nógv við kappróður at gera. Millum annað var útvarpsmanningin altíð inni hjá okkum til døgurða fyri kappróðurin á norðoyastevnu, sigur Solby, sum stýrdi seinast Páll Fanga í 2004.  Les meira…

10-mannafarið Skálabáturin eigur bestu tíðina á ólavsøku

Skálabáturin mannaður við oldboys í 2006. (Mynd Christoffer)

Tíðin hjá Skálabátinum á ólavsøku í 1992 var 3.52.00 minuttir, sum er besta tíðin, 10-mannafar hevur róð 1000 metrateinin nakrantíð. Sama árið hevði Havnarbáturin tíðina 3.52.32, sum nummar tvey bátur. Næstbestu tíðina nakrantíð eigur Havnarbáturin, sum á ólavsøku 2001 hevði tíðina 3.52.03 minuttir. Sama árið hevði Vestmenningur tíðina 3.53.22, sum er fjórðbesta tíðin nakrantíð.  Les meira…