Monthly Archives: juni 2012

Tjaldur fer at styrka Sunset liðið komandi kappingarár

Adina Petrea spælir eisini við Tjaldri kappingina komandi.

Kvinnuliðið úr Runavík hevði løgið farna kappingarár, tí liðið fekk bara seks stig, men megnaði tó at fáa onnur hampulig úslit, men síðani eisini nøkur stórtap. Orsøkin var óivað, at liðið var ikki nóg væl fyri á málmanspostinum, og liðið toldi ikki, at lyklaspælarar blivu skaddir. Sama manning heldur fram, men liðið skal styrkjast við málkvinnu og útispælara, sigur formaðurin Niels Petur Bech.

Vit kunnu øll fegnast um, at tey royna at menna hondbóltin í Runavík. Felagið hevur fleiri góð yngri lið, millum annað dreingir 10 ár, sum vunnu steypakappingina í vár. Les meira…

Róðrarveðrið hevur verið frálíkt fyrstu fýra FM-stevnurnar

Róðrarlíkindini vóru vánalig á jóansøku í Vági í 2004. (Mynd Álvur)

Eingin FM-stevna í kappróðri er um vikuskiftið, gott tað sama, tí róðrarveðrið er alt annað enn gott. Tað hevur gingið frálíkt at avgreiða róðrarnar higartil, tí róðrarveðrið var til vildar, og bátarnir ikki so nógvir í tali, sum onkuntíð áður. Komi at hugsa um FM-róðrarnar í Vági í 2004, tá ið høvuðsdómarin kravdi, serliga fyrstu róðrarnar, at rógvarar skuldu rógva í vesti. Les meira…

Trettan 8-mannafør róðu á sundalagsstevnu í 2000

Argjabáturin, Kvívíkingur, Ørvur, Knørrur og Nevið Reyða á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

Tað er ógvuliga áhugavert at hyggja at hagtølum á heimasíðuni www.drekin.fo . Umframt at síggja, hvørjir bátar hava róð á øllum stevnum aftur til 1973, eru øll úrslit og bestu tíðir at síggja. Til stuttleika havi eg hugt at “søguni” hjá 8-mannaførunum aftur til 1973, og í tveimum umførum hava trettan bátar róð. Á jóansøku í 1988 og á eystanstevnu í 2000.  Les meira…

Ummæli – Kringvarpið hevði í 3-2 frálíkt róðrartilfar úr Vági

Útvarpið gjørdi altíð nógv burturúr kappróðrinum, og Kringvarpið heldur fram við góðum róðrartilfari. (Mynd Vagnur)

Havi stóran áhuga í og fylgi við, hvussu fjølmiðlar virka sítt tilfar. Tað veri seg, um tað er í bløðum, á heimasíðum ella í sjónvarpi. Hyggi ikki altíð at 3-2 sendingini mánakvøld, men í gjárkvøldið sat eg á Ellisheiminum, har mamma mín býr og hugdi at 3-2 sendingini. Og tað má eg siga, var ovfarin, hvussu væl serliga róðrartilfarið úr Vági varð snikkað til. Frálíkt avrik.  Les meira…

Meiningahornið – Trupulleikin umborð á Havnarbátin kundi verið loystur øðrvísi

Òtrúliga keðilig støða hjá manningini umborð á Havnarbátinum at koma í. (Mynd Róar Dalsgaard)

Tað kom dátt við, at tá ið hoyrdist í Kringvarpinum leygardagin, at Havnarbáturin ikki slapp at rógva, tí rógvari, sum sat umborð á 10-mannafarinum, hevði longu róð við 6-mannafari. Sjálvur bleiv eg ikki sørt ørkymlaður og keddur, tí slíkt skal sjálvandi ikki koma fyri. Nú eru tvey døgn farin, og eg síggi málið øðrvísi. Rógvarar og nevndir kenna Grein 7 í kappingarreglunum, men kenna tey hana nú rætt, og vórðu møguleikar brúktir, sum standa í Grein 7? Nei, tað vórðu teir ikki, og eg eri vísir í, at varð øðrvísi farið fram, spældi alt væl av.  Les meira…

Spáddi, at óvæntað úrslit fóru at komu á jóansøku í Vági

Vøkur sjón. Suðuroyingur fer fyrstur um málið og var á odda allan vegin. (Mynd Einar Kallsberg)

Skrivaði fyri viku síðani, at vit skulu vænta óvæntað úrslit í Vági, tí róðrarøkið er serligt. Fekk rætt. Tað er okkurt við fasta startinum festur í grótkastið, og tað at fara til Suðuroyar og nú bara rógva 1000 metrar hjá stóru bátastøddunum. Drekin við dreingjum hevur verið nær í fleiri róðrum, so tað var lítla óvæntaða úrslitið, at hann vann, men heilt stóra óvæntaða úrslitið var, at Suðuroyingur vann á bæði á Klaksvíkingi og Vestmenningi. Haldi meg síggja á myndinum, at Jannie Dam Jacobsen aftur situr afturi í rongini umborð á Suðuroyingi. Hon átti barn fyri mánaða síðani, og systurin hevur tí stýrt. Hugaligt at fara í myndatólið at síggja, hvørjar myndir ungu hjálparmenninir koma aftur við úr Vági. Hetta takki eg teimum fyri. Les meira…

Vit eru nú farin um longsta dag

Vakurt litspæl á luftini, tá ið sólin fer handan sýnina. (Mynd Vagnur)

Føroyingar tosa nógv um veðrið, einki løgið í tí. Veðrið var ringt í vetur við nógvum vindi og nógvum regni. Tá ið sleit í í apríl og mai mánað, fingu vit nógvar vikur við høgætt. Gott veður við sól um dagin, men bítandi kalt um kvøldið niður ímóti frostmarkinum. Høgættin er góð í Havn, men verri er norðanfyri, og ungur maður segði mær fyri nøkrum vikum síðani, at meðan tit hava summar í Havn, sæst kavi í fjøllunum norðanfyri. Kalda høgættin gevur ikki nógvan gróður, og hetta sæst serliga á grasvøkstrinum, sum higartil hevur verið millum lítil og eingin. Trøini, sum ikki krevja so nógvan hita, standa so vøkur. Les meira…

Damir Oros skal venja VB kvinnur

Damir Oros var frílíkur hondbóltsspælari, tá ið hann kom til Føroya.

Sum uppískoyti til niðanfyri grein um Gurid Mortensen, eru tíðindini frá VB, at 42 ára gamli Damir Oros skal venja VB kvinnur, og Guðrun á Lágabø kemur at standa í málinum.. Formaðurin í VB Egil Steintórsson sigur, at tey miðja ímóti at útvega tveir útlendskar spælarar, og somu føroysku spælarar frá farna kappingarár halda fram at spæla.Vónirnar eru góður um Sunset liðið í Vági, sigur Egil.

Frá ungum árum havi eg altíð havt serliga virðin fyri hondbóltinum í Vági, tí umstøðurnar hjá VB-spælarum hava verið heilt øðrvísi, enn hjá spælarum norðanfjørðs. Nú siglir stásilligt skip millum Krambatanga og Havnina, men soleiðis var ikki altíð. Tá ið vit fóru til Suðuroyar at spæla, sigldu vit í fýra tímar við Smyrli. Les meira…

Gurid Mortensen vald til ársins spælara við slitnum krossbandi

Gurid er frálíkur hondbóltsspælari og slóðar altíð fyri.. (Mynd Álvur)

Havi altíð vitað, at Gurid hevur leiðaraevni og hevur ótrúliga góða ávikan á eitt hondbóltslið, tí hon slóðar fyri. Júst sum fyrireikingin varð byrjað til landskappingina í fjør, fór annað knæið hjá Gurid úr lið. Hetta var í august mánað. “Knæið hovnaði, men eg roknaði við, at talan var bara um meniskskaða. Fjúrtan dagar seinni fekk eg mær fatur í skinnara og helt fram at venja”, sigur Gurid.

Hetta ljóðar ikki at bera til. Gurid Mortensen úr Vági fekk í gjár boðini frá lækna, at krossband var slitið, og at uttara liðband var skatt.. Tað vil siga, at hon hevur spælt heilt kappingarár við slitnum krossbandi, og hon bleiv á gallaveitsluni í Klaksvík vald til ársins spælara. Gurid fyllir 30 ár í ár, eigur tvey børn, og hon arbeiðir sum fysioterapeutur. Les meira…

Genturnar umborð á Hvassa úr Sunda Róðrarfelag einasti nýggjur vinnari

Genturnur umborð á Hvassa vóru ovurfegnar um steypini. (Mynd Eirikur)

Somu bátar hava vunnið allar róðrarnar bæði í Klaksvík og Runvík, men í dag hevði eg roknað við, at drekadreingirnir fóru at taka Jallin, men enn vantar eitt sekund í. Hevði ikki roknað við so spennandi 10-mannafarsróðri, tí sjálvt um Vestmenningur hevur ligið fram við, so metti eg Klaksvíking at hava tak á støðuni. Men tá ið avtornaði var Vestmenningur bara hundrðapartar av sekundi at taka Klaksvíking, ella rættari sagt, Vestmenningur tapti á stokkinum, meðan Suðuroyingur hevur ikki sama stev sum í Klaksvík. Les meira…