Tey stovnaðu Suðuroyar kappróðrarfelag

Kappróður hevur djúpar røtur í Vági og á Tvøroyri.

Í fyrsta umfari umfatar nýggja felagið bara um nýggja 10-mannafarið Suðuroying, men kanska verður samarbeiðið millum Vág og Tvøroyri víðkað seinni, sigur Johan Sofus Müller formaðurin í Vágs kappróðrarfelag. Tað eru fyrst og fremst rógvarar, sum hava róð við 6-mannaførunum Smyrli og Tvørabátinum, sum manna nýggja 10-mannafarið. 

-Tað gongur hampuliga væl at manna bátarnar í Vági og á Tvøroyri. Umframt nýggja 10-mannafarið, so er eydnast okkum at manna 5-mannafarið Royndina Fríðu við gentum og dreingjum. Genturnar eru komnar frá barnaróðrinum. Eisini rør barnamanning við gentum. Serliga hava dreingirnir umborð á Royndini Fríðu klára seg væl seinnu árini, meðan tað er gingið striltið at fáa gentur at rógva. Nú er hetta eydnast. 6-mannafarið Smyril er ikki mannaður í summar, sigur John Sofus.

Bjarni Hammer er royndur rógvari og er ein at undangongumonnunum í nýggja felagnum. (Mynd Vagnur)

6-mannaførini Smyril og Tvørabáturin hava seinnu árini havt góðar manningar, og nú hava hesir rógvarar funnið saman í spennandi ætlan. Nakrir rógvarar av Tvøroyri róði í fjør við Riddaranum, men nú hava tey stovnað Suðuroyar kappróðrarfelag. Kunnu vit vænta víðkað samarbeiði millum Vág og Tvøroyri, spyrji eg Johan Sofus.

-Nýggja 10-mannafarið er mannað við rógvarum, sum hava róð við Smyrli og Tvørábátinum burtursæð frá einum rógvara, sum róði barnaróður á sinni. Nú fáa vit at síggja, hvussu fer at rigga við nýggja 10-mannafarinum. Kanska verður samarbeiðið víðkað seinni, tí arbeiða vit saman, so er lættari at manna bátarnar, sigur Johan Sofus at enda í stuttari viðmerking.

Av Tvøroyri fættist, at 5-mannafarið Firvaldur er mannað við kvinnum. Firvaldur er eisini mannaður við dreingjum og gentum, og so rør ein barnamanning við gentum.

Taka vit samanum, so stendur bara væl til við kappróðrinum í Suðuroynni. Kappróður hevur djúpar røtur Vági og á Tvøroyri við áhugaverdari róðrarsøgu. Fólk er spent at fylgja við, hvussu fer at gangast nýggja 10-mannafarinum Suðuroyingi. (Vagnur)

Tvørabáturin hevur staðið seg væl seinnu árini. (Mynd Christoffer)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply