Monthly Archives: mai 2012

Bátatalið minkar – 6-mannaførini við monnum fána burtur í einki

Einaferð vóru 6-mannaførini við monnum størsti bátabólkur. (Mynd Vagnur)

Á einum hondbóltsvenjaraskeiði á mínum ungu døgum segði danin Per Frederiksen, at sum venjari er av týdningini, at tú gevur teimum góða venjing, sum møta til venjingar, og ikki bara gramdi teg fyri bólkinum um spælarar, sum ikki vóru møttir til venjingar. Tað sama er við bátunum, sum rógva í Klaksvík leygaradagin. Tú fegnast at síggja startlistan, men tó er keðiligt rák komið í føroyskan kappróður. Bátatalið minkar í stórum.  Les meira…

Fiskiveiðieftirlitið kannaði kappróðrarbátar hjá fimm feløgum

Kappróðrarbátar skulu rokna við at fáa vitjan at hesum bátinum í summar. (Mynd Vagnur)

Í fjølmiðlunum fyri vikum síðani minti Fiskiveiðieftirlitið kappróðrarfeløgini á, at kunngerðin um trygd á sjónum skal haldast. Verður hon ikki tað, fær manningin bøtur uttan ávaring. Millum annað skulu allir rógvarar rógva í góðkendum vesti, og kemur bátur hjá Fiskiveiðieftirlitinum fram á kappróðrarbát, har rógvarar ikki eru í vesti, fær hvør rógvari 1000 krónur í bót. Og bøtur eru givnar rógvarum. Tíbetur er hugburðurin broyttur til tað betra, verður sagt frá Fiskiveiðieftirlitinum.  Les meira…

Menn arbeiddu dag og nátt til tess at fáa Gullbrand lidnan

Hugaligt at síggja nýggja vakra 8-mannafarið Gullbrand hjá ÍF kappróðri

Hugaligt at koma í telduna í morgun, tí har lógu fýra vakrar myndir av nýggja 8-mannafarinum Gullbrandi úr Fuglafirði. Kappróður hevur gott fótafesti í Fuglafirði, og felagið hevur óivað best útgjørda neystið í landinum. Har er pláss til fýra bátum, nýtímans venjingarrúm við rógvimaskinum og øðrum hentleikum, góð skiftingarrúm og arbeiðsrúm, har bátar kunnu spoytast og umvælast. Kassameistarin í felagnum Palli Vang sigur soleiðis um nýggja Gullbrand og nýggja neystið. Les meira…

Nýggja 10-mannafarið Vestmenningur vigar 301 kilo

Stóra væl útgjørda neystið hjá VÍF kappróðri við sjóvarmálan.. Hvítt við svørtum taki. (Mynd Vagnur)

Finnur Johansen er formaður í róðrardeildini í VÍF, og eg havi spurt hann , hvussu gongur við kappróðrinum í Vestmanna. Og hetta skuldi gerast forvitnisligt róðrarprát, tí á bátastevnuni herfyri, skipaði rógvararnir umborð á Vestmenningi fyri áhugaverdari vedding. Við at gjalda upphædd kundu stevnufólk vedda, hvussu nógv nýggja 10-mannafarið vigaði. 740 fólk veddaðu, og tá ið báturin varð vigaður fyri stevnufólkunum, vigaði Vestmenningur 301 kilo. Tá var alt í bátinum, róður, árar og fótalunnar. Heilt fitt av peningini kom frá veddingini, og fólk vóru áhugað í nýggja bátinum. Les meira…

Roynda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrir Suðuroyingi

Suðuroyingur 2012. F.v: Dánjal Martin Hofgaard, Gunnar í Dali, Niklas G. Joensen, Jákup Vestergaard Larsen, Sjúrður Djurhuus, Joen Petur Jacobsen, Bárður Poulsen, Johan Sofus Müller, Niels Martin Djurhuus, Bjarni Hammer og Jannie Dam Jacobsen. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi herfyri, at kenda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrdi nýggja Suðuroyingi, men eg bleiv ovfarin, tá ið eg seinnapartin sá Jannie úti á Argjum. Roynda róðurskvinnan, sum vit kenna frá Jarnbardi, stóð har í vesti og stórum búki. Hon skal eiga fyrsta dagin. Spurdi manningina á Suðuroyingi, hvat nú hendi, um Jannie átti dagin fyri norðoyastevnuróðurin. Hava tit nakra ætlan B, tí Jannie kann ikki fara av føðideildini og umborð at stýra Suðuroyingi. Vit hava onga ætlan B, og so smíltust menn. Les meira…

Kyndil vil selja Gundadalshøllina til Tórshavnar kommunu

Gundadalshøllin er væl rikin høll og í góðum standi. Eingin skuld er í høllini. (Mynd Vagnur)

Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu í 1970, men tað vísti seg skjótt, at eftirspurningurin eftir hallartímum var ov lítil í Havn, áðrenn fyrsta høllin í høvuðsstaðnum var liðug. HB, B36, Havnar Badmintonfelag, Kyndil og Neistin høvdu rættin til hallartímarnar. Tí tóku Fleyr, Kyndil og Neistin stig at byggja Gundadalshøllina, sum læt upp fyri fyrstu venjingum í 1984. Høllin kostaði ellivu milliónir krónur. Les meira…

Tey arbeiða saman um kappróðurin í Sundalagnum

Hvalvíkar/Streymneser róðrarfelag eigur 6-mannafarið Hvessing. (Mynd Álvur)

Hitti Fríðu við Streym í telefonini og spurdi hana, hvussu stendur til at manna bátar í Sundalagnum. Har eru Sunda róðrarfelag, Hósvíkar róðrarfelag og Hvalvíkar/Streynesar róðarfelag. Hon segði mær, at tað er Sunda Róðrarfelag, sum mannar 6-mannafarið Hvessing við kvinnum og 5-mannafarið Hvassa við gentum. Les meira…

Neistamenn missa Boga Henriksen og Eirik Magnussen

Bogi og Eirikur vóru góðir fyri neistamenn. (Mynd Vagnur)

 

Øll lið, sum ætla sær upp á tindin, mugu umframt venjara og hjálparvenjara, eisini hava góðan leiðleiðara og málmansvenjara. Og tað hava neistamenn havt. Bogi hevur framt frálíka málmansvenjing bæði hjá neistamonnum í tvey ár og seinasta ár eisini hjá kvinnunum. Eirikur, sum hevur ótrúliga nógv at týða fyri ein bólk, fer nú frá neistamonnum aftur til neistakvinnur sum liðleiðari.

Eg havi ongantíð á hondbóltsleið míni hitt ein málmansvenjara, sum gongur so nógv upp í málmansvenjingina, sum Bogi Henriksen. Hann hevur seinastu árini sett seg væl inn í málmansvenjingar, sjálvur hevur hann vart málið í bestu deildini. Les meira…

Tey stovnaðu Suðuroyar kappróðrarfelag

Kappróður hevur djúpar røtur í Vági og á Tvøroyri.

Í fyrsta umfari umfatar nýggja felagið bara um nýggja 10-mannafarið Suðuroying, men kanska verður samarbeiðið millum Vág og Tvøroyri víðkað seinni, sigur Johan Sofus Müller formaðurin í Vágs kappróðrarfelag. Tað eru fyrst og fremst rógvarar, sum hava róð við 6-mannaførunum Smyrli og Tvørabátinum, sum manna nýggja 10-mannafarið.  Les meira…

Hondbólturin fekk ongan møguleika í Gøtu – har er ísakalt.

Teir vóru nógvir til venjingar, men hondbóltsátakið var ikki væl móttikið í kommununi og av leirvíkingum.

Í 2010 var ein av sólsskinsøgunum í føroyskum hondbólti, at tey aftur vóru farin at spæla hondbólt í Gøtu. Ein av eldsálinum Rani Hentze segði við undirritaða á heimasíðuni hjá Neistanum í 2010, at nýstovnaða hondbóltsfelagið hevði nógvar ætlanir. Nógvir spælarar vóru tá til venjingar, eisini nógvir fótbóltsspælarar, sum vildu spæla hondbólt, tá ið fótbóltskappingin liggur still. Nú tvey ár seinni havi eg aftur hitt Rana Hentze og spurt hann, hví aftur kølnaði við hondbóltinum í Gøtu? Les meira…