Monthly Archives: apríl 2012

Meiningahornið – Tú stúrsaði við um Tórsdagin

Borgarstórin eigur nú at slóða fyri ókeypis hallarleigu. (Mynd Vagnur)

Um dagarnar kom mær fyri oyrað, at Tórshavnar kommuna hevði brúkt eina millión krónur í sambandi við starvfólkadag í kommununi. Hetta kundi ikki passa, tí upphæddin var alt ov stór til slíkt tiltak. Skjótur var býraðsformaðurin í fjølmiðlunum og avsannaði, at ein millión var brúkt til tiltakið. Hann vísti á, at ymsu stovnarnir í kommununi høvdu fíggjað tiltakið av egnari konto til starvsfólkarøkt. Einar 200/300 krónur fyri persónin, og hetta var sjálvandi langt frá ein millión krónur. Deilir tú eina millión við 250 krónum, so arbeiða 4000 fólk hjá kommununi? Men hetta er ikki so. Les meira…

Áki stúrir ikki fyri stóru uppgávuni at venja neistamenn

Áki vunnið fýra FM-heiti við neistamonnum. (Mynd Álvur)

-Sjálvandi veit eg, at uppgávan verður øðrvísi enn undanfarin ár hjá neistamonnum, tí so nógvir spælarar eru farnir. Vit fara inn í nýggja tíð við mest sum bara egnum spælarum úr  felagnum, sigur Áki. Hann og 400 onnur vóru til gallaveitslu í Klaksvík í gjárvkvøldið, men Áki var væl fyri seinnapartin, eg hitti hann í telefonina. Greitt er, at Finnur Hansson, Heini Hanusarson og Ári Dam eru farnir úr bólkinum. Hvat kunnu vit nú vænta av neystamonnum næsta kappingarár, men fyrst eitt sindur um Áka Mørk, sum er uppvakstin í Neistanum. Les meira…

Kappróður hevur altíð havt mín stóra og serliga áhuga

Nýggjur Havnarbátur flotaður herfyri. Ótrúliga vakurt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Eg skrivaði í fyrstu greinini á www.hvannrok.fo, at tað kann gerast ógvuliga einsháttað bara at skriva um hondbólt, tá ið tú í mansaldur hevur arbeitt í ítróttinum í fjølmiðlunum tað veri seg bløðum, sjónvarpi og útvarpi.Vit vóru annars fýra persónar, sum í 2003 bygdu upp heimasíðuna www.drekin.fo , sum er heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag. Hetta var minniligt og ótrúliga stuttligt arbeiði. Stórur munur á hondbólti og kappóðri. Les meira…

Heini Hanusarson er givin í Neistanum

Heini skal sjálvandi spæla nøkur ár aftrat. (Mynd Vagnur)

-Sáttmálin eg hevði við Neistan er endaður. Havi einki hoyrt frá nøkrum, og sum støðan er í løtuni, spæli eg ikki næsta kappingarár, sigur Heini. Annars er Heini komin langt við venjaraútbúgving, sum hann er í holt við undir venjaraskipan í Dansk Håndbold Forbund.Tú spyrt, hví vit ikki náddu FM-finalunum. Vit mistu spælarar, og liðið var í ikki nóg góðari kropsligari venjing. Serliga fílist eg á, at ungu neistamenninir hava ikki nóg góðan hugburð, tá ið talan eru um kropsliga venjing, sigur Heini.

Heini Hanusarsson kom fyrstu ferð í Neistan kappingarárið 1999/2000, sum endaði við, at Neistin vann FM-heitið. Páll Poulsen vandi liðið, og Áki Olsen, sum kom úr VÍF, og Heini vóru høvuðskjúttar henda veturin. Heini fór so av landinum, har hann á Odense Universitet tók hjáfak í ítrótti og síðani lærdi til løgreglumann í Keypmannahavn, og í Danmark spældi hann í liguni við TMS Ringsted, Elite 3000 Helsingør og Ajax København, umframt at spæla fimm ár í næstbestu deildini. Heini kláraði seg væl í Danmark. Les meira…

ÍA av Argjum fluttu upp í næstabestu deildlina – 1. deild menn

Fólkagrundarlag er til stórt hondbóltsfelag á Argjum, men tá er høll neyðug. (Mynd Vagnur)

Nýggja hondbóltsfelagið í Føroyum ÍA av Argjum hevur longu hátíðarhildið fyrsta stóra avrikið í felagnum, tá ið liðið vann 31-28 á SÍF í seinasta dystinum, liðið vann harvið bólk A við 18 stigum og flutti upp í 1. deild. Menn vóru fegnir um avrikið. Hitt liðið hjá ÍA í 2. deild bleiv nummar trý í B-bólkinum. Stórur áhugi er fyri hondbólti á Argjum verður sagt, og nú er bara spurningurin, hvussu kósin skal setast. Eitt er vist, tað er fólkagrundarlag Argjum fyri stórari menning, tá ið vit hugsað um onnur feløg kring landið. Men allar fyrst má nýggja hondbóltsfelagið fáa góðar venjingarumstøður, og tað er góð nýgg høll á Argjum. Vit hava sæð, hvussu fór at mennast hjá H71, tá ið felagið fekk egnu høll. Niðanfyri kanst tú lesa greinina um nýggja hondbóltsfelagið ÍA, sum eg skrivaði í HSF dystarblaðið til steypafinalurin í februar mánað. Les meira…

Meiningahornið – Málið um Barbaru skuldi verið loyst øðrvísi

Barbara spælir eisini í Neistanum næsta kappingarár. (Mynd Álvur)

Beint fyri FM-finalurnar millum Stjørnuna og Neistan vóru vit vitni til klagumál um neistaspælaran Barbaru Braur. Niðurgerandi viðmerkingar ímóti henni vóru at hoyra í høllini í Klaksvík. Neistafólk vóru í øðini, og málið endaði við, at Neistin sendi klagu til Hondbóltssambandið. Les meira…

Fari at royna mína egnu heimasíðu

Spennandi at royna nýggja heimasíðuUndirritaði fer nú at royna at uppbyggja eina nýggja heimasíðu við ymsum tilfari, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum og øðrum miðlum. Longu frá ungum árum fekk eg áhuga at skriva um ítrótt á blaðnum 14. septembur. Hetta var gjørt í frítíðini fyrst í 80 árunum. Tá vóru ongar heimasíður ella sjónvarp, so fjølmiðlaverðin er ótrúliga nógv broytt í so máta. Les meira…

Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár

Kári er væl lýddur sum venjari. (Mynd Vagnur)

 

Neistakvinnur fingu í gjárkvøldið boð frá kvinnubólkinum, at Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár. Birgir Hansen gavst í vetur, og Kári Durhuus kom í hansara stað at arbeiða samani við Sigrun Mikkelsen.

Men longu fyri FM-finaludystirnar var greitt, at hvørki Sigrun ella Kári hildu fram sum venjarar. Kári Horn hevur í vetur vant VB kvinnur, hann arbeiðir á stovni í Havn, og nýggja avbjóðingin hjá Kára var at fara til Vágs nakrar ferðir um vikuna til venjingar. Hann kom so aftur til Havnar við Smyrli morgunin eftir. Hetta kundi bara lata seg gera í tøttum samstarvi við arbeiðsplássið.

Kári brennur fyri hondbóltinum, og eingin ivi um, at hann leggur alla sálina í venjingina hjá kvinnunum. Nú bíða vit bara eftir, hvør gerst hjálparvenjari, og hvør manningin er, sum Kári kemur at venja.

Les meira…

Claus Rasmussen gevst at venja Team Klaksvík

Claus venur framvegis kvinnulandsliðini. (Mynd Vagnur)

Í sátt og semju er leiðslan í Team Klaksvík og venjarin Claus Rasmussen givin við venjarasamstarvinum. Fíggjarliga orkan í felagnum loyvir ikki longur at hava Claus sum venjara, og Claus vil ikki koyra til Klaksvíkar fýra ferðir um vikuna og ikki fáa somu løn sum áður. Claus er ótrúliga fegin um tíðina í Klaksvík, Team Klaksvík bleiv nummar fimm í kappingini og vann øll liðini uttan KÍF. Claus heldur seg hava meira at geva føroyska hondbóltinum.

Vit er øll fegin um, at manshondbólturin í Klaksvík veruliga er komin afturíaftur undir leiðslu av Fríðini Ziskason og øðrum. Framt er frálík arbeiði í Badmintonhøllini í Klaksvík, og Team Klaksvík kann vera nøgt við kappingarárið, tí tað er ikki lætt at koma úr 1. deild í AA-deildina við nógvum óroyndum spælarum. Les meira…

Blandaðar FM-kenslur í bestu mansdeild

Til lukku við FM-heitinum øll tit í Hoyvík.
Nú føli eg veruliga við KÍF spælarum og áskoðarum. (Mynd Vagnur)

Í hondbólti og øðrum ítróttagreinum er altíð ein vinnari og ein tapari, tá ið spældar verða FM-finalur. Vinnarin og teirra áskoðarar eru fegnir, og taparin og teirra áskoðarar eru keddir. Soleiðis eru allar kappingar uppbygdar. Sum neistamaður kann verið líkamikið, um H71 ella KÍF vinnur FM-heitið, men eg skal vera púra erligur og siga, at eg vónaði at KÍF vann í Kollafirði seinnapartin. Og hetta sigi eg uttan at taka nakað frá H71, sum vinnur sítt annað  FM-heiti í søgu felagsins. Til lukku við FM-heitinum øll tit í Hoyvík. Les meira…