
Havi áður sæð myndina omanfyri, men ongantíð gjørt mær greitt, hví henda brúgv var bygd júst soleiðis. Tá farið var undir at gera havnarlagið eystanfyri í 1922, skuldi nógv grót brúkast. Sprongt var frá sjóvarmálanum og eystureftir. Um somu tíð vóru fólk farin at seta búgv eystanfyri á Abbatrøð og har um leiðir. Fyri at nýggi býarparturin eystanfyri skuldi hava samband við restina av Havnini, var neyðugt at spreingja eina geil frá havnarlagnum og yvir í Jónas Bronckgøtu. Skansin var tíðandi partur av havnini tá, tí har helt politistaliðið til, og har var dómhús og fongsul.
Vitin og veðurmasturin vóru eisini á Skansanum. Tá fasta sambandið við Skansan var sprongt burtur, var neyðugt at gera brúgv av Krákusteini og yvir á Skansan. Nú eg siti og hyggi at myndini, komi eg at hugsa um, nær kommunan fekk sær grótbrot uppi við Oyggjarvegin. Vildi sagt miðskeiðis í 1950-árunum. Hetta veit kanska onkur at siga. Grótbrotið við Oyggjarvegin er niðurlagt og verður brúkt at hýsa brandstøð og øðrum virksemi hjá kommununi. Eg arbeiddi í Grótbrotinum í 1966/1967, og tá var eisini asfaltstøð í grótbrotinum. Minnist, tá alt dustið frá bæði knúsara og asfaltinum fór við vindunum niður yvir húsini sunnafyri og eystanfyri grótbrotið. Hetta høvdu fólk í dag ikki funnið seg í. (Vagnur)









